Bygma Balslev
Útgivið
6. august 2025
Útgongur
23. august 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Fulltíðarstarv

Lýsing

Skal okkurt henda nú?

Vit leita eftir trimum lærlingum til Bygma Balslev!

Hevur tú hug at arbeiða í einum virki har tú fær ábyrgd frá fyrsta degi, og har tú fært veruligt innlit í sølu, innkeyp, vøruviðgerð og kundatænastu? So er hetta kanska akkurát nakað fyri teg!

Vit vænta nógv av okkara lærlingum – og vit lova eisini at geva nógv aftur. Tú verður ein týðiligur partur av okkara toymi og fært møguleikan at hava egi øki, sum tú sjálv/ur hevur ábyrgd av – við uppfylling, bílegging og útsjónd. Vit hjálpa tær sjálvandi væl í gongd.

Størvini eru tvey lærupláss í Byggibúðini og eitt lærupláss í Timburdeildini.

Hvat leita vit eftir?
Vit leita eftir fólki sum:

  • Hava áhuga fyri sølu og vørum av okkara slag
  • Eru forvitin og áhugað/ur at læra – tú skalt ikki vita alt frammanundan
  • Tora at spyrja og geva sítt boð – eisini um vit gera okkurt, sum kundi verið betri
  • Eru í góðum lag og vilja hava tað stuttligt á arbeiðsplássinum
  • Eru liðug/ur við miðnám

Hvat fert tú at læra?
Nógv! Tú fert m.a. at læra um:

  • Søluteknikk og kundasamskifti
  • Byggitilfar av ymsum slag, amboð og annað praktiskt
  • Goymslustýring, logistikk og innkeyp
  • Marknaðarføring og framseting av vørum

Og tú skalt eisini nakrar ferðir á skúlabonk í Danmark – alt eftir hvussu útbúgvingin er skipað. Samlaða lærutíðin er áleið 2 ár um tú hevur miðnámsútbúgving. Tú fært løn undir allari útbúgvingini. Lønin er góð og er eitt vet hægri enn lærusáttmálin hjá S&K annars hevur.

Starvsstaðurin er hjá Bygma Balslev í Hoyvíki og arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.

Hví søkja?
Tí tú fært eina útbúgving við góðum framtíðarmøguleikum, arbeiðir saman við dugnaligum og hjálpsomum starvsfeløgum – og tí tú verður ein týdningarmikil partur av einum nútímans virki í vøkstri.

Um Bygma Balslev
Tað starvast 80 fólk hjá Bygma Balslev og vit hava deildir í Hoyvík og í Suðuroy. Bygma Balslev selur tilfar og amboð til nýbygging og umbygging. Í løtuni eru seks lærlingar.

Klárt at søkja?
Send okkum eina stutta umsókn á ke@balslev.fo innan sunnudagin 24. august.

Hevur tú spurningar um læruplássini í Byggibúðini; ring ella skriva til Birnu, leiðara í Byggibúðini á tlf. 34 50 46 ella bse@balslev.fo.

Hevur tú spurningar um læruplássið í Timburdeildini, ring ella skriva til Helga, leiðara í Timburdeildini á tlf. 34 50 76 ella hdm@balslev.fo 

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Bygma Balslev

Líknandi størv

6. august 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið