SKÁLKUR
Útgivið
28. september 2022
Útgongur
16. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Skálkur.fo sóknast eftir einum sølulærlingi við sergrein innan talgildan handil. Hevur tú áhugað fyri sølu, marknaðarføring, samskipan, fyrisiting og sosialum miðlum, so er tað tær, vit leita eftir.

Vit leita eftir einum ágrytnum starvsfelaga at gerast partur av toyminum á marknaðardeildini hjá Skalkur.fo.

Tú kemur saman við okkum at hava ábyrgd av sosialu miðlunum umframt at framleiða tilfar til nethandilin og sosialu miðlarnar. Tú kemur eisini at leggja vørur inn á nethandilin hjá okkum.

Arbeiðsuppgávurnar fevna eisini um dagligt samskifti við viðskiftafólk. Tú kemur at arbeiða við ymiskum marknaðarátøkum, facebook analytics, SoMe, Facebook Business Manager, Dynamics 365 Business Central o.ø.

Vit vænta, at tú arbeiðir skjótt, tekur ábyrgd, dugir at arbeiða sjálvstøðugt og vil síggja úrslit. Tað er umráðandi, at tú klárar at hava nógvar bóltar í luftini í senn, hevur eygað fyri sølu á netinum og hevur góð samstarvsevnir.

Vit bjóða eitt sera spennandi, innihaldsríkt og mennandi lærupláss, har eingin dagur er eins. Vit vænta at tú trívist í einum umhvørvi við skiftandi uppgávum.

Vit ynskja at tú hevur eina miðnámsútbúgving. Skúlaskeiðini eru í Danmark, og tískil skal tað eisini vera møguligt at ferðast í lestrarørindum.

Meira fæst at vita um læruplássið við at venda sær til Poulu Lassen á telefon +298 598810 ella Herborg H. Jensen á telefon +298 792299, starvsfólk hjá Skalkur.fo. Umsóknin skal sendast til Starv@skalkur.fo Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Arbeiðsstaðurin er Tinghúsvegurin 49, Tórshavn.

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið