Skálkur Samtakið
Útgivið
25. august 2025
Útgongur
8. september 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Hevur tú hug at fara í læru ella arbeiða sum sølufólk í einum spennandi og avbjóðandi handli? So er hetta júst nakað fyri teg. Vit leita eftir einum dugnaligum/ari starvsfólki - og einum lærlingi til handil okkara í SMS.

Fyri okkum snýr tað seg um at geva viðskiftafólki okkara eina uppliving, og tí leita vit eftir starvsfólki, sum vilja kýta seg fyri at røkka júst hesum málinum. Talan er um eitt starv í eini sera spennandi fyritøku, sum fevnir víða, og tí eru góðir menningarmøguleikar í starvinum.

Vit bjóða tær:

  • Eitt mennandi og læruríkt lærupláss innan handil og kvinnumóta
  • Sterkt og hjálpsamt toymi, har tú kennir teg sum part av felagsskapinum
  • Sosialt og livandi arbeiðsumhvørvi
  • Part av einum fjølbroyttum samtaki við fleiri handlum og møguleikum

Tú ert:

  • At tú er arbeiðssom/samur, álítandi og røkin
  • Hevur eyga fyri at halda handilin snotiligan og tryggja, at framsýningarnar altíð eru áhugaverdar
  • At tú kanst arbeiða skiftandi tíðir, tá tað er neyðugt - og dugir at hava fleiri bóltar í luftini í senn
  • Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
  • Søk við at senda umsókn og lívsrensl til starv@skalkur.fo. Læruplássið verður sett, tá rætti lærlingurin er funnin.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Líknandi størv

22. august 2025
20. august 2025
Kom og starvast í Kids Leikur í SMS   Faroe Islands nýtt
19. august 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið