Bakkafrost
Útgivið
23. februar 2026
Útgongur
15. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Slag
Lærupláss

Lýsing

Vit søkja eftir alilærlingum til nýggju smoltstøðina í Skálavík og eisini til aling á landi og sjógvi í Norðoyggjum

Hevur tú áhuga fyri fiskarøkt og djóravælferð? So er ein yrkisleið innan aling kanska nakað fyri teg. Í lærutíðini fert tú at fáa verkligar førleikar og ástøðiliga vitan innan aling.

At arbeiða sum alari, er eitt spennandi starv. Á smoltstøðunum røkta smoltalarar fiskin frá rogn og yngul til smolt. Tá fiskurin er klárur at seta á sjógv, taka sjógvalarar yvir og røkta fiskin, meðan hann veksur seg stóran og verður klárur til tøku. Sum lærlingur ert tú knýtt/ur at einum aliøki, har tú ert tað mesta av tíðini, men tú sleppur at royna aling á landi og sjógvi í lærutíðini.

Skúli
Tá tú ert í læru sum alari, fert tú á skúlaskeið á Miðnámi í Vestmanna í fýra umførum. Á skúlanum fært tú ástøðiliga undirvísing í m.a. lívfrøði, føðslu, fóðring, djóravælferð, fiskaheilsu, smittufyribyrging, fiskasjúkum, trygd, umhvørvi og mongum øðrum.

Tú kanst lesa meira um útbúgvingina her

Samlaða lærutíðin er fýra ár. Býtið millum skúlan og læruplássið er 2½ ár á læruplássinum og 1½ ár í skúlanum. Í lærutíðini kemur tú at hoyra til eitt aliøki, har tú fert at vera tað mesta av tíðini, men tú fert eisini at flyta ímillum økir, so tú prøvar at arbeiða í smoltaling og sjógvaling.

Upptøkukrøv
Fyri at verða upptikin krevst, at tú hevur 9. floksprógv.

Løn
Lønin er samb. §35 um lærlinga- og yrkislønir í sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er sunnukvøldið tann 15. mars 2026.

Skúlaskeiðið byrjar í august, men lærlingurin kann byrja í læru í tíðarskeiðnum frá 1. mai til 1. august 2026.

Søk starvið her.

Staðseting
Vit miða eftir, at finna lærupláss nærhendis bústaðnum hjá umsøkjaranum, í tann mun tað letur seg gera. Vit hava tøk lærupláss á hesum økjum:

  • smoltstøðin í Skálavík
  • smoltstøðin á Strond
  • sjógvalingin í Norðoyggjum

Um tú ynskir at koma í læru á einum av hesum økjunum, so kanst tú skriva tað í umsóknina.

Meir at vita
Um tú vilt hava meira at vita, kanst tú seta teg í samband við Unu Dalsgaard, HR umsitara á tel. 23 58 45 ella skriva til unda@bakkafrost.com

Um Bakkafrost
Á Bakkafrost hava vit 14 lærlingar, sum læra til alara. Vit hava 17 aliøkir á sjónum, sum eru í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Vit hava 6 smoltstøðir, sum eru á Viðareiði, Norðtoftum, Strond, Glyvradali, í Skálavík og við Gjógv. Somuleiðis hava vit lívfiskavirksemi við Áir, í Skopun og á Húsum. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

Líknandi størv

Køkshjálp til Hornið   Faroe Islands nýtt
23. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið