Glasir
Útgivið
4. juli 2024
Útgongur
5. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kom og fá tær eina spennandi útbúgving á Glasi, ið gevur tær breiða vitan innan tøkniligt virksemi, handverk, burðardygd og tænastusamskifti. Henda útbúgving gevur eisini góðar møguleikar fyri framhaldslestri innan byggifrøði ella aðra áhugaverda yrkisleið.

Vit eru Føroya størsti útbúgvingarstovnur, og vit húsast í trimum ymiskum bygningum. Á deildini húsaumsiting eru vit tilsamans 10 starvsfólk við ymiskari ábyrgd, og vit taka væl ímóti tær.

Útbúgvingin innan bygningstænastu- og tøkni gevur tær eina breiða vitan um hita- og luftreins-skipanir, umframt el- og vatnveiting-skipanir. Eisini lærur tú:
• at viðlíkahalda bygningar og útinna minni ábøtur og umvælingar
• at samstarva við handverkarar um ymiskar størri uppgávur
• at gera støðumetingar av bygningsskaðum
• um fíggjarætlanir og viðger av byggimálum
• um samskifti, samstarv, sálarfrøði og tænastumiðlan

Útbúgvingin tekur millum 2 ár til 3 ár og 9 mðr, alt eftir royndum og útbúgving. Tú skiftir millum skúlagongd og verkliga læru.

Setanarviðurskifti og treytir
Lærutíðin byrjar 12. august 2024 ella eftir nærri avtalu.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna og Fíggjarmálaráðið. Lærutíðin er á Glasi, men skúlagongdin er í Danmark, og har nevnist útbúgvingin “ejendomsservicetekniker”.
• Tað kann vera ein fyrimun ur, um tú hevur koyrikort til persónbil, men tað er tó ikki ein treyt
• Tað er tó ein treyt, at tú hvur 9. floks prógv
• Tú virðir eitt týðiligt og gott samskifti við starvsfólk og næmingar

Umsóknarfreist
Ynskir tú at vita meira um læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Álv Jøkladal, tekniskur leiðari á Glasi, á tlf 568001.

Umsókn og prógv v.m. skulu sendast til starv@glasir.fo í seinasta lagi mánadagin 5. august. 2024.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið