JYSK
Útgivið
30. marts 2026
Útgongur
12. april 2026
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú áhuga fyri sølu, kundatænastu og einum arbeiðsdegi við nógvum lívi og virksemi?
So er hetta kanska tín møguleiki!

Hjá JYSK Føroyum kanst tú byrja tína yrkisleið sum handilslærlingur, har tú fært eina spennandi útbúgving innan handil og sølu.

Hetta fert tú at læra

Í lærutíðini fert tú at fáa royndir innan nógv ymisk øki í handlinum, millum annað:

• kundatænastu og sølu
• vørukunnleika og inspirerandi vøruframseting
• dagligan handilsrakstur

Tú fert skjótt at gerast ein týðandi partur av handlinum og fáa møguleika at taka ábyrgd í tí dagliga arbeiðinum.

Skúli og spennandi upplivingar
Sum partur av útbúgvingini fert tú eisini á skúlaskeið í Danmark á Himmerland Academy, sum er læringar og menningarmiðstøðin hjá JYSK.

Her møtir tú øðrum JYSK lærlingum, og saman arbeiða tit við evnum sum:

  • sølu og kundatænastu
  • vørukunnleika
  • handilsrakstur
  • samstarv og persónliga menning

Hetta gevur tær nýggja vitan, spennandi upplivingar og eitt sterkt netverk við øðrum lærlingum úr øllum Norðurlondum.

Løn
Lønin er sambært avtalu millum lærlingin og stjóran.

Harumframt fær lærlingurin ein JYSK Starter Pack til eitt virði á ca. 10.000 krónum.

Umsókn
Send umsókn til starv@jysk.fo

Freistin at søkja: 12. Apríl 2026

Lærlingurin verður settur, so skjótt rætti umsøkjarin er funnin.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at skriva til martin.golightly@jysk.fo ella ringja til handilin á 555888 og tosa við Martin Golightly.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið