P/F SMS
Útgivið
14. april 2025
Útgongur
27. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir einum skrivstovulærlingi, ið er forvitin og ágrýtin eftir at læra.

Sum skrivstovulærlingur fært tú innlit í fyrisiting, búskap, tolling o.a. Tú lærir at arbeiða við tekstviðgerð, dátugrunnum, rokniørkum og ymiskum KT skipanum, samstundis sum tú lærir at samskifta við viðskiftafólk, bæði munnliga og skrivliga.

Útbúgvingin tekur millum 2 og 4 ár, og verður lærutíðin roknað eftir, um tú hevur nakra miðnámsútbúgving frammanundan. Tú kemur at skifta ímillum verkliga læru á skrivstovuni og skúlagongd á Glasir í Havn.

Høvuðsskrivstovan hjá SMS er í Tórshavn. Tað starvast 22 fólk á skrivstovuni, og tú fær møguleikan at menna teg bæði fakliga og persónliga í einum vælvirkandi arbeiðsumhvørvi.

Hevur tú hug at byrja tína yrkisleið hjá okkum, kanst tú senda tína umsókn, saman við avritum av prógvum og møgulig viðmæli, til okkum umvegis leinkjuna her: https://sms.totalview.cloud/recruitment/Application/Index/2348 í seinasta lagi 27. apríl 2025 á midnátt.

Nærri fæst at vita um læruplássið við at venda sær til Susanne Nielsen, fíggjarleiðara, á telefon 218861. Starvið verður sett eftir avtalu.

Líknandi størv

Uppvaskari til Hilton Garden Inn   Faroe Islands nýtt
9. maj 2025
9. maj 2025
Samskipari til verkstaðsuppgávur   Faroe Islands nýtt
9. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið