Føroya Tele
Útgivið
31. marts 2023
Útgongur
10. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir nærlagdum og ágrýtnum skrivstovulærlingi til Kundatænastuna. Freistin at søkja læruplássið er mánadagin 10. apríl 2023, og vit gleða okkum at frætta frá tær.

“Kundatænastan, góðan dag”. Hesi orð hava stóran týdning fyri okkum. Tey eru altíð byrjanin í eini samrøðu, og tey verða altíð borin fram av álítandi røddum, sum ikki svara út í bláan heim. Tær syngja altíð sama lag, seta altíð kundan í miðdepilin, og tær eru altíð til reiðar at hjálpa, sama hvat samrøðan snýr seg um.

Hesar røddir hittir tú í Kundatænastuni, og nú er at liggja framvið, tí vit hava tørv á eini álítandi rødd at leggja afturat dugnaliga starvsfólkahópinum. Vit leita júst nú eftir skrivstovulærlingi, sum bæði hevur hug at læra fyrisiting, sølu og ráðgeving frá A til Oy og hevur dirvi at læra at veita skjóta og góða kundatænastu.

Talan er um spennandi lærupláss við fjølbroyttum uppgávum, sum allar hava eittans til felags; at seta kundan í miðdepilin. Tú kemur at sita undir liðini á starvsfeløgum, sum altíð eru til reiðar at taka teg undir veingirnar og geva tær nærlagda vitan og hollan kunnleika um alt, tær tørvar at vita og duga í lærutíðini.

Lærdómur er lættur at bera, tá ið lærumeistarin er góður, men tað er til fyrimunar fyri bæði teg og okkum, at tú ert forvitin og forvirkin at nema tær nýggja vitan og at náa teimum málum, sum vit seta út í kortið. Tískil ímynda vit okkum, at tú raðfestir gott samskifti og vilt veita góða kundatænastu.

Í lærutíðini skiftir tú millum vanligan arbeiðsdag í okkara høvuðssæti í Hoyvík og skúlagongd á Glasi. Lærutíðin er treytað av miðnámsútbúgvingini og er:

  • 2 ár við HH-prógvi
  • 2 ½ ár við HF-, HIF-, HTX- ella studentsprógvi
  • 3 ár við FHS-prógvi

Læruplássið verður sett eftir nærri avtalu, og løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvfelagið galdandi fyri Føroya Tele. Freistin at søkja læruplássið er mánadagin 10. apríl 2023. Hevur tú hug at vita meira um læruplássið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Anitu Drewsen, deildarleiðara á Kundatænastuni. Hon hevur tel. 243403 og t-post adr@ft.fo.

Tú søkir læruplássið her.

Vit gleða okkum at frætta frá tær.

Líknandi størv

Starvsfólk til Sheep í Tórshavn   Faroe Islands nýtt
12. april 2024
Kom og starvast í Burger King   Faroe Islands nýtt
11. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið