Lýsing
Norðurstova í Miðgarði er ein serstova og umfatar alt dagstovnaøkið í Vága kommunu. Vit søkja eftir námsfrøðingum, ella fólki við viðkomandi útbúgving at starvast 30-40 tímar um vikuna á serstovuni.
Tú verður við til at menna eitt sernámsfrøðiligt tilboð, sum byggir á okkara felags virðisgrundarlag og barnasýn. Tú fært frælsi at koma við tíni vitan og royndum og seta tín dám á virksemið bæði í Norðursestovu og stovninum sum heild.
Arbeiðið á serstovuni er skipað á tann hátt, at øll børn hava eina virkisætlan, sum lýsir hvør námsfrøðilig tilgongd verður nýtt til at skapa eina góða relatión, og hvørji ítøkilig mál arbeitt verður við í eitt avmarkað tíðarskeið. Vit ynskja at menna okkara skipan, so hon rúmar øllum børnum, heldur enn at børnini skulu tillaga seg henni.
Vit hava niðurskrivað uppgávubýtið millum námsfrøðingar og hjálparfólk, so øll kenna sína uppgávu. Tú fært eisini ein mentor, sum skal tryggja tær eina góða byrjan har tú fær innlit og vegleiðing um hvussu vit arbeiða í Miðgarði. Hetta merkir, at tú kemur ikki at standa einsamallur, men verður stuðlaður og vegleiddur í tínum arbeiði og fakpersónligu menning.