Kvinna
Útgivið
16. juli 2025
Útgongur
27. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit leita eftir einum dugnaligum og drivnum sølufólki

Trívist tú væl í einum kreativum umhvørvi, har ferðin ofta er høg við nógvum tíðarfreistum? Ert tú ágrýtin, fyrikomandi og tekur ábyrgd? So vóna vit at hoyra frá tær!

Vit leita eftir einum dugnaligum og drivnum sølufólki, sum heldur tað vera spennandi og avbjóðandi at arbeiða við sølu, brennir fyri og megnar at menna tilfar til sosialar miðlar og dámar væl at fáast við at samskipa ymisk tiltøk.

UM STARVIÐ
Sum lýsingaráðgevi og samskipari á Kvinnu verður tú partur av redaktiónini á Kvinnu og arbeiðir í tøttum samstarvi við sniðgeva, journalisti og blaðstjóra. Tú ráðgevur og selur lýsingar til kundar. Tað eru lýsingar til blaðið, heimasíðuna, sosialar miðlar og poddvarp. Eisini ert tú við til at menna nýggj hugskot, lýsingarmøguleikar og marknaðarføring. Umframt tað, fert tú at arbeiða við tiltøkum so sum Kvinnurenningini og møguliga smáum tekstuppgávum. Og so er samskipan, hugskotsmenning og framleiðsla av tilfari til sosialar miðlar eisini ein av kjarnuuppgávunum.

TÚ …

  • Hevur sans fyri sølu og dugir væl at selja
  • Tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • Dugir væl at orða teg í talu og skrift
  • Vilt menna og styrkja tínar førleikar innan sølu
  • Dámar væl at samskifta við kundar og veita eina góða tænastu
  • Arbeiðir væl og effektivt í einum umhvørvi, har ferðin ofta er høg
  • Ert nýhugsandi og dámar væl at arbeiða kreativt
  • Hevur koyrikort
  • Trívist væl við at arbeiða sjálvstøðugt
  • Arbeiðir skipað, heldur tíðarfreistir og handlar skjótt
  • Fylgir við rákum á sosialum miðlum
  • Hevur grundleggjandi evni til at klippa video og taka myndir við telefon

VIT BJÓÐA TÆR
Vit bjóða eitt spennandi, mennandi og avbjóðandi starv í einum kreativum og óhátíðarligum umhvørvi, har tað ofta gongur skjótt, og nógvir bóltar eru í luftini samstundis. Tú fært ávirkan á tað, sum kemur í Kvinnu, og vit vænta og vóna, at tú vilt koma við tínum íkasti til, at Kvinna framhaldandi kann vera viðkomandi, áhugaverd og spennandi hjá okkara lýsarum og lesarum.

UMSÓKNARFREIST
Um tú heldur starvið ljóðar áhugavert, so send okkum eina umsókn í seinasta lagi 27. Juli kl. 10.00

Umsóknin og viðkomandi skjøl skulu sendast til: kvinna@kvinna.fo

LØN OG SETANARTREYTIR:
Talan er um eitt partíðarstarv millum 20-30 tímar um vikuna. Starvið verður sett skjótast gjørligt og lønt sambært avtalu.

Hevur tú spurningar, kanst tú ringja ella senda ein teldupost til Tóru Effersøe Mortensen, stjóra, á 230700 ella tora@kvinna.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið