Lýsing
Vil tú byrja eitt útbúgvingarævintýr? Kom og gerst móttøkulærlingur á Hotel Føroyum!
Hotel Føroyar er ein perla, ið trónar yvir Tórshavn við einastandandi útsýni yvir býin, fjørðin og náttúruna rundan um. Her fært tú møguleikan at byrja eina spennandi og fjølbroytta útbúgving á einum av Føroya fremstu fýra-stjørna hotellum.
Á Hotel Føroyum fært tú ein heilt serligan gerandisdag, har tú samskiftir við gestir úr øllum heimsins krókum. Sum móttøkulærlingur fert tú at gerast ein týðandi partur av okkara gestauppliving, við uppgávum sum:
- At taka ímóti gestum og syrgja fyri, at øll kenna seg vælkomin.
- At vegleiða gestum um okkara hotell, matstovur og Føroyar sum heild.
- At svara fyrispurningum bæði í telefon, á telduposti og á staðnum.
- At samskifta við gestir og starvsfólk fyri at tryggja eina smidliga og framúrskarandi tænastu
Tað, sum tú kanst vænta av okkum
Tú verður partur av einum samanhaldnandi og sosialum toymi, har vit hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og stuðla hvør øðrum. Tú fert at samstarva við fleiri av okkara fyrrverandi móttøkulærlingum, sum nú arbeiða fast hjá okkum.
Sum partur av Hotel Føroyum verður tú eisini partur av Gist & Vist samtakinum, ið umfatar fleiri matstovur, hotell og spa, so tú fært møguleika at hava starvsfelagar kring alt samtakið – m.a. á Hotel Tórshavn, Barbara, Áarstovu og Etika.
Hvør ert tú?
Vit sóknast eftir einum, sum:
- Altíð hevur eitt smíl um munnin og er jalig/ur og útvend/ur.
- Brennur fyri at geva gestum eina framúr góða uppliving og sum altíð er klár/ur at taka eyka fetið fyri tey.
- Kann hava nógvar bóltar í luftini og heldur høvdið kalt, tá ið nógv er at gera.
- Hevur dirvi at royna nýggjar avbjóðingar og megnar at vaksa við teimum.
Vit leggja stóran dent á, at gestir okkara skulu kenna seg serligar, og vit ynskja tí ein lærling, sum deilir okkara passion fyri tænastu í heimsflokki.
Umsókn og kontakt
Umsóknarfreistin er sett til 23. februar, men vit viðgera umsóknirnar leypandi. So søk heldur í dag enn í morgin!
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við eina av okkara móttøkuleiðarum: Maud Simonsen á maud@hotelforoyar.fo ella til Tanja Sleire á tanja@hotelforoyar.fo.
Umsóknir skulu sendast til HR@gistogvist.fo.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær og vónandi bjóða tær vælkomnum til okkara ævintýr á Hotel Føroyum!