Útgivið
26. oktober 2021
Útgongur
1. december 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

KOM OG LÆR til Húsavørð hjá Kvívíkar kommunu

Kvívíkar kommuna søkir lærling til húsavørð at byrja 3. januar 2022

Kvívíkar kommuna hevur fleiri bygningar at halda, so sum skúla við svimji- og fimleikahøll, barnagarð, skrivstovubygning, brandstøð/verkstað og fleiri aðrar smáar bygningar. Eisini hevur Kvívíkar kommuna ein virknan grønan orkupolitikk, sum kommunan arbeiðir miðvíst við.

HÚSAVØRÐUR
Húsavørðurin er andlit og hendur hjá Kvívíkar kommunu úteftir og hevur nógv samskifti við aðrar handverkarar og onnur starvsfólk hjá kommununi. Húsavørðurin ger vanligar ábøtur og smærri umvælingar av bygningum. Tá ið størri umvælingar verða gjørdar, samskipar húsavørðurin hetta við aðrar handverkarar.

UM TEG
Vit ímynda okkum, at tú ert fryntlig/ur, álítandi og røkin, hevur gott handalag, trívist við at hava nógv um oyruni og ikki ræðist broytingar. Eisini at tú hevur tev og áhuga fyri handaligum uppgávum, teknisk­um skipanum og hug at læra um tænastu, umsiting og viðlíkahald. Gott er, um tú hevur góðar telduførleikar, fólkaskúlaprógv og koyrikort.

VIT BJÓÐA TÆR
Eitt áhugavert og spennandi starv, har eingin dagur er líka og eitt gott arbeiðsumhvørvi og góðar starvsfelagar.
Lærutíðin er 3 ár og 9 mánaðir og verður býtt millum lærutíð og uppihald á skúla í Danmark. Ynskiligt er, at tú byrjar 3. januar 2022.

UMSÓKNARFREIST
Umsóknir skulu sendast á kvivik@kvivik.fo. Freistin at søkja er 01.12.2021.

Kunning um Kvívíkar kommunu sæst á www.kvivik.fo

Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til leiðaran fyri tøknina, Joen Jacob Andreasen, tlf. 292423.

 

Líknandi størv

12. februar 2026
12. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið