Lýsing
- Kom við umborð og verð partur av einum feitum toymi.
SØKT VERÐUR EFTIR NÁMSFRØÐINGUM OG HJÁLPARFÓLKUM TIL ÌTRÓTTARFRÍTIÐARSKÚLAN VIÐ LØGMANNABREYT AT BYRJA 9. AUGUST 2021, ELLA SKJÓTAST GJØRLIGT AFTANÁ.
- Søkt verður eftir 3 námsfrøðingum í fast starv at arbeiða 20-30 tímar um vikuna.
- Søkt verður eftir 3 hjálparfólkum at arbeiða 20-25 tímar um vikuna fram til 20. desember 2021.
Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.
Námsfrøðingar, sum fáa prógv í summar, eru vælkomnir at søkja.
VIT YNSKJA UMSØKJARAR:
- Sum eru fakliga væl fyri, ágrýtnir, skapandi, musikalskur, hava grønar fingrar ella gott handalag.
- Sum hava góð samstarvs- og samskiftisevni og megna at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar.
- Sum eru íverksetandi og hava hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum og arbeiði við pedagogiska ítrótt.
- Sum eru sjálvstøðugir, álítandi og hava gott yvirlit.
- Sum síggja møguleikar, hava ein jaligan hugburð, eru opin, smílandi og fyrikomandi
UM OKKUM:
Í Ítróttarfrítíðarskúlanum víð Løgmannabreyt ganga børn úr 1., 2. Og 3. flokki. Til hvønn árgang eru knýttir ábyrgdar persónar. Í løtuni arbeiða 12 eldhugaðar starvsfelagar, ið allir koma við sínum íkasti til gott sálarligt arbeiðsumhvørvi, í Ítróttarfrítíðarskúlanum.
Vit arbeiða víð støði í pedagogiskan ítrótt, førleikunum hjá tí einstaka og geva rúm til skapandi og likamliga hugdýping.
Vítt hava góðar innan- og uttandura hentleikar, eitt nú atgongd til høll, Fimi, svimjihøll, ymisk verkstøð og tónleikahølið.
Arbeiðstíðirnar eru millum kl. 11.00-17.00.
SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
UMSÓKN
Umsókn saman við lívsrensli og viðkomandi prógvum verður at senda til torshavn@torshavn.fo ella við posti til:
Tórshavnar kommunu
Postboks 32
100 Tórshavn
Umsóknarfreistin er týsdagin 27. juni 2021 kl. 12.00, samrøður væntast at verða í viku 26.
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Morten Hust Petersen, stovnsleiðara, á telefon 250437 ella Mortenh@torshavn.fo, ella við at lesa meira á https://www.torshavn.fo/dagstovnur-og-skuli/fritidarskuli/finnfritidarskula/fritidarskulin-vid-logmannabreyt/