Ítróttardagstovnaøkið í Vestmanna
Útgivið
10. december 2025
Útgongur
23. december 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Verð partur av einum aktivum toymi á Føroyar einasta ítróttardagstovni.

Søkt verður eftir tímaløntum avloysarum til ítróttardagstovnaøkið.
Talan er ikki um fast starv við føstum tímatali, men um avloysarar, um sjúka ella annað stingur seg upp.

Vit søkja eftir tímaløntum vikarum, ið kunnu byrja skjótast gjørligt.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir í at arbeiða við børnum í barnagarði, skúla ella frítíðarstovu. Somuleiðis er tað ein fyrimunur um tær dámar at arbeiða við rørslu.

Talan er um:

  • Tímar seinnapart (11-17) í Frítíðarstovuni, sum er eitt frítíðartilboð fyri børn í 1., 2., og 3. flokki.
  • Tímar ímillum kl 6.45 - 17 í Gjáarlon, í vøggustovu ella í barnagarð (0-6 ár).
  • Tímar ímillum kl. 6.45 - 17 í Látipípuni aldur 5-6 ár.

Starvið sum avloysari kann samskipast við lestur ella annað starv.

Hvørji eru vit?
Á dagstovnaøkinum í Vestmanna arbeiða 38 eldhugaðir starvsfelagir, ið allir koma við sínum íkasti til eitt aktivt og gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Dagstovnaøkið húsast í trimum hølum, ið hava góðar innan- og uttandura hentleikar, eitt nú rørslurúm,atgongd til høll, svimjihøll, grønt øki og bál-smáttur. Eisini eru vit nógv úti í náttúruni.

Tú kanst lesa meira um dagstovnaøkið her.

Meira fæst at vita
Fleiri upplýsingar um starvið eru at fáa frá Morten Hust Petersen, stovnsleiðari á telefon 770 130 og teldupost morten@vestmanna.fo

Starvstøka skjótast gjørligt:
Hevur tú hug at søkja starvið, skalt tú senda ein teldupost til starv@vestmanna.fo, viðmerk ”avloysari”

Í teldupostinum skalt tú fortelja eitt sindur um teg sjálva/n, arbeiðsroyndir, nær tú kanst byrja, og hvørjar dagar tú kanst arbeiða sum avloysari.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánudagin 22. desembur 2025.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv. Samrøður verða hildnar leypandi.

Søk
Umsókn verður send sum teldupost til arbeiðsgevaran og avrit til starvsportal.fo
Legg fíla her leita lokalt...
Avrit av skjølum vera handliga strika í teldupostum hv. 3. mðr.
Persóndáta og GDPR
    Vit viðra og verja um tygara persónsdáta   Les meir her
    Captcha

    Líknandi størv

    13. december 2025

    Umbið Persónliga Fráboðan

    Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

    T-post Fráboðan

    T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

     

    Persónligi RSS Føðari

    Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
    Umbið

    Are you sure you want to delete this file?
    /