Lýsing
Søkt verður eftir kommunalum demenssamskipara, til Demenstænastuna útiøkið hjá Roðanum, at byrja 1 oktober 2025 ella skjótast tilber.
Endamálið/kjarnuuppgávan hjá Roðanum, og málið fyri demenstænastuna er, við útgangsstøði í teimum kørmum og møguleikum sum eru, at tryggja eina málrættaða, samanhangandi og dygdargóða tænastu, sum tekur atlit til hin einstaka.
Umframt er ein fullfíggja demenstænasta sum:
- styrkir um tvørfakliga samstarvið
- styrkir um samstarvið internt og eksternt
- skapar eina fleksibla eind
- stuðlar nýggjari vitan, nýggjum metodum, gransking og tøkni
Demenstænastan í útiøkinum er ætlað heimabúgvandi borgarum, sum hava fingið staðfest demens ella hava kognitivar avbjóðingar. Endamálið er at stuðla teimum og familjum teirra til eitt gott lív við demens – bæði undir og eftir eina útgreining.
Starvsfólkið, ið verður sett, verður kontaktpersónur hjá borgarum og avvarðandi og fer at arbeiða tætt saman við demenssamskiparum hjá kommununum og landinum. Samstarv verður eisini við aðrar kontaktpersónar og fakbólkar í Roðanum fyri at tryggja eina samanhangandi og dygdargóða tænastu.
Roðin arbeiðir fyri at gera Nes,- Sjóvar,- og Runavíkar kommunu demensvinarligar. Okkara mál er, at borgarar við demens og teirra familjur fáa eina góða, samanhangandi og virðiliga umsorgan. Vit leggja dent á, at borgarar, sum ynskja tað, kunnu búgva heima sum longst – við røttum stuðli og vegleiðing.
Starvið fevnir eisini um at leiða borgaragongdir, so tryggjast kann ein heildarumsorgan – alt døgnið – við fokus á trivnaðin hjá borgaranum í egnum heimi.
Roðin bjóðar fram góð og fjølbroytt tilboð til borgarar við demens og arbeiðir áhaldandi við at menna tænasturnar.
Brennir tú fyri demensøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri tey, ið eru rakt av demens, og teirra familjum, so er tað tær vit leita eftir.
Arbeiðið fevnir um 35 tímar viku, við møguleika fyri niðursettum tímatali.
Førleikakrøv
- Úbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur. Um ongin sjúkrarøktarfrøðingur søkir starvið, kann heilsurøktari verða settur í staðin.
- Áhuga og hegni at vera um menniskju, ið eru rakt av demenssjúku og teirra familjum
- Megnar at samskifta á ein virðiligan hátt, bæði við tann demensrakta, avvarðandi og starvsfelagar
- Hava yvirblikk og megna at hava “fleiri bóltar í luftini í senn”
- Megnar at verða í ávísum flowi og broytingum
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt
- Hevur áhuga og førleikar til tvørfakligt samstarv.
- Tekur ábyrgd av teimum familjun, ið tú verður kontaktpersónur hjá
- Sær møguleikar, framum forðingar
- Hegni/royndir at ráðgeva starvsfólki, avvarðandi og øðrum í mun til Demens
- KT-førleika á brúkarastøði. Vit nýta Cosmic til skjalfestan
- Koyrikort til persónbil er neyðugt
- Fyrimunur kann verða, at hava útbúgving, sum demenssamskipari
Vit kunnu bjóða tær
- Eitt spennandi og mennandi starv
- Góða innleiðslu og upplæring
- Eitt fakliga sterkt og gott demenstoymi
- Fakligar dugnaligar samstarvsfelagar
- Góðan samstarvsandi
- At gerast partur av toymi,sum gongur á odda at skipa og menna demenstænastuna í Roðanum
- Góðar og mennandi arbeiðsumstøður
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Unn Justinussen, eindarleiðara fyri
Demenstænastuna hjá Roðanum, á tlf. 290213 ella við telduposti til unnj@rodin.fo
Løn-og setanartreytir
Setanarstaðið er Roðin økistænastan.
Løn og setanarviðurskifti verða sambært galdandi sáttmálar og KAF/Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum viðmæli skal sendast við
Teldupost til rodin@rodin.fo.
Umsóknarfreistin er 24.08.2025. Vinarliga viðmerk “starvsfólk til Demenstænastuna “.
Lýsingin sæst eisini á heimasíðu okkarar: www.rodin.fo