Lýsing
Strandfaraskip Landsins (SSL) søkir eftir kontrollara til fíggjardeildina at byrja í starvi 1. juli 2024 ella eftir nærri avtalu. Á fíggjardeildini starvast ein fíggjarleiðari og tveir bókhaldarar, umframt kontrollarin.
SSL er ein livandi fyritøka, ið hevur nógvar ymiskar uppgávur. Vit hava tørv á einum kontrollara, sum ynskir at vera ein partur av okkara menning, og er forvirkin í sínum hugsanarhátti.
Høvuðsuppgávan hjá kontrollarinum er at menna og effektivisera fíggjarstýringina í tøttum samstarvi við fíggjarleiðaran. Sum kontrollari skalt tú geva fíggjarliga ráðgeving til fíggjarleiðaran og leiðslustarvsfólk, har tú tryggjar eitt nøktandi játtanareftirlit. Kontrollarin vísir beinleiðis til fíggjarleiðaran.
Í høvuðsheitum skalt tú:
- Hava eftirlit við roknskapinum.
- Menna fíggjarstýringina.
- Effektivisera mannagongdir tvørs av deildum/skip
- Gera hagtalsgreiningar.
- Samskifta við og lúka krøv frá uttanhýsis eftirlitsmyndugleikum (compliance).
Førleikakrøv:
- Hevur viðkomandi útbúgving
- Hevur royndir at arbeiða við hagtølum og bókhaldi
- Hevur góðar telduførleikar
- Hevur góð evnir at orða teg á føroyskum, bæði skrivliga og munnliga
- Kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur lætt við at samstarva
Annars vænta vit, at tú dugir at samskifta uttanhýsis og innanhýsis, vera effektiv/ur og stundislig/ur. Eisini vænta vit, at tú hevur eyga fyri smálutum, og samstundis er umráðandi at kunna geva fíggjarleiðaranum eina heildarmeting eftir tørvi.
Setanar- og lønarviðurskiftir
Tín starvsstaður er á høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri. Setanartreytir og lønarviðurskiftir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Umsóknarfreistin er mikudagin 22. maj 2024 á miðnátt. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til fíggjarleiðaran, Dan Djurhuus, á tlf. 293025 ella á teldupost til dad@ssl.fo.
Vit tilskila okkum rættin til ikki at seta umsøkjarar, um ongin skikkaður umsøkjari er til starvið.
Um Strandfaraskip Landsins:
Strandfaraskip Landsins (Strandferðslan) er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Endamálið við Strandferðsluni, sum er ásett við lóg, er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL virkar við spjøddum virksemi kring landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir - 7 oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir. Til at røkja hesar 30 farleiðirnar eru átta ferjur og 48 bussar. Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión. Av hesum ferðaðust umleið 725 túsund við ferjunum og 520 túsund við bussunum. Flutt blivu 188 túsund akfør. Í 2024 verða tølini ávikavist 230 túsund og 62 túsund lægri, tí sjóvegis Sandoyarleiðin fellir út. Nýggj landvegis farleið er sett á stovn í samband við undirsjóvartunnilin. Starvsfólkahópurin hjá Strandferðlsuni er umleið 180 fólk. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild umframt stjórnarskrivstovu. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.