Koppur & Kanna søkir handilsleiðara

Ide Møblar
Útgivið
24. november 2021
Staður
Uppi á Hálsi, Postboks 3220, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
Vitjandi
114

Lýsing

Tú kemur at standa fyri dagligu leiðsluni av handlinum, innkeypi, sølu, starvsfólkaviðurskiftum, tillaging av vøruúrvali sambært tørvi hjá kundunum og standa fyri søluátøkum.

Tú kemur eisini at hava ábyrgdina av at handilin er innbjóðandi fyri kundar okkara.

Eisini kemur tú at hava ábyrgd av at kundarnir fáa best møguligu uppliving og tænastu við at byggja upp eina góða virkismentan saman við tínum starvsfeløgum.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan smásølu og serliga innan sølu av búnýtum.

Tú skalt vera ein leiðari við stórum L og tora at taka ábyrgd og smoyggja upp um armar og ganga fremst.

Er hettar nakað fyri teg, send skjótast gjørligt eina stuttorðaða umsókn til ba@ide.fo.

Hevur tú spurningar hesum viðvíkjandi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Birgir Andreasen á ba@ide.fo ella ringja á tel. 554680.

Vit hava brúk fyri tær at byrja sum skjótast, men vit bíða fegin eftir tí rætta.

Søk
Legg fíla her leita lokalt...
Captcha

Líknandi størv