Lýsing
Dámar tær at fara út í náttúruna við børnunum?
Ynskir tú at arbeiða saman við dugnaligum starvsfelagum?
Kundi tú hugsa tær at havt ávirkan á títt arbeiði?
Vilt tú hava góða tíð til fyrireiking?
Hetta kanst tú fáa og nógv annað, um tú velur eitt starv á Eiði.
Korndalsgarður á Eiði søkir eftir:
Tveimum námsfrøðingum at starvast í frítíðarstovninum Spíranum og Læknahúsinum 20 tímar um vikuna. Møguleiki er eisini at fáa tímar í kvøldvirkseminum fyri ung.
Tveimum námsfrøðingum at starvast á barnagarðstovu fulla ella niðursetta tíð. Sum námsfrøðingur mást tú hava góð samstarvsevnir, vera jaligur og kveikjandi fyri arbeiðsumhvørvið, og brenna fyri at geva børnum góðar upplivingar. Størvini verða at
byrja 1. august 2026 ella skjótast gjørligt.
Møguleiki er at síggja stovnin og møguleikarnar, áðrenn tú søkir.
Meira fæst at vita við at venda tær til leiðaran á tlf. 740410.
Løn sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya pedagogfelag.
Vit gleða okkum at fáa eina umsókn frá tær áðrenn 15. apríl 2026 kl. 14.00. Umsókn, prógv v.m. verða at senda til korndalsgardur@eidi.fo
Faldari um stovnin er at finna her: https://www.eidi.fo/wpcontent/uploads/2023/07/Korndalsgardur-FALDARAI-2023.pdf
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hava vit skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari