Útgivið
12. maj 2022
Útgongur
26. maj 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Korndalsgarður ynskir enn fleiri námsfrøðingar í starvsfólkatoymið

Tú kanst byrja í starvinum 1. august ella skjótast gjørligt og arbeiða fulla ella niðursetta tíð í
vøggustovu ella í barnagarðsstovu.

Møguleikarnir at spæla og at hava tað stuttligt á Eiði eru framúr góðir. Vit liggja tætt við ríkar
náttúruperlur so sum haga, vatn, fjøru (og fótbóltsvøll), ið geva alskyns møguleikar fyri børn
og vaksin. Vit hava tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og eitt vælvirkandi og eldhugað
starvsfólkatoymi. Vit hava ágrýtin og dugnalig hjálparfólk og 5 námsfrøðingar, ið leggja dent á at geva børnunum umsorgan, spæl og læru og mentan og sosialisering.

Vit hava góða tíð til fyrireiking og eftirmeting og til sparring og supervisjón, umframt tíð til annað arbeiði. Sostatt hava vit góðar karmar til at útinna eitt dygdargott námsfrøðiligt arbeiði. Hevur tú áhuga í at menna eitt avbjóðandi og læruríkt námsfrøðiligt umhvørvi, kveikja góðan
starvsfólkatrivnað, og ikki minst at hava tað stuttligt saman við okkum, so gleða vit okkum til at fáa teg við í starvsfólkatoymið.

Kundi tú hugsað tær at hitt leiðaran ella okkurt annað starvsfólk fyri at síggja stovnin og møguleikarnar, áðrenn tú tekur støðu til at søkja, so ring ella send sms á tlf. 740410, ella send okkum ein teldupost á korndalsgarður@eidi.fo

Løn sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya pedagogfelag. Vit
gleða okkum at fáa umsókn frá tær, áðrenn 26. mai kl. 14.00. Umsókn, prógv v.m. verður at senda til korndalsgardur@eidi.fo

Líknandi størv

Føroya koolasta starv   Faroe Islands nýtt
24. april 2024
24. april 2024
24. april 2024
Vit søkja eftir bilførara   Faroe Islands nýtt
24. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið