Lýsing
Brennur tú fyri at gera góðan og føðslurættan mat, er tað møguliga tær vit leita eftir.
Eitt farloyvisstarv frá 1. februar 2023 – 31. januar 2024 er leyst at søkja.
Køkurin á Klaksvíkar sjúkrahúsi søkir eftir einum kostfakligum starvsfólki til farloyvisstarv frá 1. februar 2023 – 31. januar 2024. Starvið er eitt fulltíðarstarv, við møguleika fyri niðursettum brøki. Arbeiðstíðin er frá kl. 7.00 til 15.00 og
vikuskiftisvaktir eru 3. hvørt vikuskifti.
Vit framleiða mat til eina sjúklingadeild, røktarheim og sambýli, heimabúgvandi pensionistar, kantinu, fundir og annað virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Arbeiðsuppgávur í høvðusheitum:
- matframleiðsla og innaneftirlit
- vørumóttøka, pakking av mati
- daglig reingerð, uppvask o.a.
Førleikar:
Prógv sum føðsluatstøðingur (ernæringsassistent) ella líknandi útbúgving
- starvsroyndir frá stovnskøki og diætarbeiði kann vera ein fyrimunur
- góðar KT-førleikar
- góð samstarvs- og samskiftisevni
- hevur ein hugburð, sum stuðlar undir góðum arbeiðsumhvørvi og trivnað
- ert arbeiðssom/samur og nærløgd/-lagdur og hevur evni til at raðfesta
- ert kreativ/-ur og dugir at síggja møguleikar.
Vit bjóða ein fakligan spennandi gerandisdag saman við dugnaligum og fittum starvsfelagum. Eisini bjóða vit eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Elisabeth Akursmørk, leiðara í køkinum, á telefon 404581/ 229229 ella á teldupostadressu: elisabethak@ks.fo
Umsóknarfreistin er 27. desembur 2022.
Umsókn, saman við CV og prógvum, skal sendast við telduposti til: umsokn@ks.fo
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.