Lýsing
»Sansir vekja minnir og gera máltíðirnar til stjørnuløtur«.
Køkurin á Boðanesheiminum søkir eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum kostfakligum starvsfólki til setan 1. mars 2025 ella eftir avtalu. Um Kostfakligt starvsf3ólk ikki søkir, kunnu onnur verða sett í tíðaravmarkað starv.
Køkurin ger mat til 64 búfólk sum búgva á heiminum. Vit ynskja at matgerð á heiminum er við til at hugna um, og vit síggja tað sum eina dygd at brúka frískar rávørur, í staðin fyri hálv- ella heilvirkað. Vit vilja brúka matgerð sum hondverk, at hjúkla um okkara búfólk, og verja um føroysku matmentanina.
Talan er um eitt starv á setanarbrøki 0.95, svarandi til 38 tímar um vikuna ella eftir avtalu. Arbeiðstíðin er 7 tímar vaktir, ímillum kl. 07.00-14.00 og arbeitt verður 4. hvørt vikuskifti.
Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu
Leinkja til umsóknarskema