Tórshavnar Kommuna
Útgivið
31. maj 2023
Útgongur
16. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

»Sansir vekja minnir og gera máltíðirnar til stjørnuløtur«.

Køkurin á Boðanesheiminum søkir eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum kostfakligum starvsfólki til setan 1. septembur 2023 ella eftir avtalu.

Køkurin ger mat til 64 búfólk sum búgva á heiminum, umframt til 10 heimabúgvandi borgarar sum koma dagliga á virkis- og venjingarstovuna. Vit ynskja at matgerð á heiminum er við til at hugna um, og at vit síggja tað sum eina dygd at brúka frískar rávørur, í staðin fyri hálv- ella heilvirkað, og í gerandisdegnum eru við til at avmarkað matoyðsl. Vit vilja brúka matgerð sum hondverk, at hjúkla um okkara búfólk, og verja um føroysku matmentanina.

Talan er um eitt starv á setanarbrøki 0.875, svarandi til 35 tímar um vikuna ella eftir avtalu. Arbeiðstíðin er 7 tímar vaktir, ímillum kl. 7 og 14 – arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið