Lýsing
Kundi tú hugsa tær at verið við í arbeiðinum at menna fyrsta Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin í Føroyum, so borgarin, ið kemur á URD, fær dygdargóða tænastu og føðslurættan mat, so er tað tær, vit leita eftir.
Tað eru 27 pláss á Umlættingar- og rehabiliteringsdeplinum URD, og hesin savnar tey flestu stuttíðarplássini í Tórshavnar kommunu á einum stað.
Kostfakligu starvsfólkini eru ein partur av einum tvørfakligum samstarvið, sum samskipar eina heildartænastu til heimabúgvandi borgarar, ið eru í einum stuttíðarplássi. Arbeiði á URD tekur støði í eini rehabiliterandi borgaragongd, har máltíðirnar eru ein aktivur liður í at styrkja borgarans førleikar at megna dagliga gerandisvirksemi.
Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu:
Leinkja til umsóknarskema: