Lýsing
Dámar tær at arbeiða kreativt? So hava vit júst tað rætta starvið til tín!
Vit søkja eftir einum kreativum marknaðarfólki til at arbeiða fulla tíð.
Ein stórur partur av arbeiðnum er at framleiða bæði grafiskt og video tilfar til sosialu miðlarnar, serliga Facebook, Instagram, YouTube og TikTok. Royndir og tekniskir førleikar innan hetta øki eru tískil eitt krav.
Vit vænta eisini, at tú hevur stóran áhugað fyri sosialum miðlum, og dugir at meta um hvat riggar og ikki á teimum ymsu pallunum.
Harafturat fevnir starvið um ymsar fjølbroyttar uppgávur í samband við okkara nethandil.
Arbeiðsuppgávur
- Framleiðsla av grafiskum tilfari
- Video framleiðsla
- Umsitan av sosialum miðlum
- Avgreiða og pakka bíleggingar
- Bíleggja vørur
- Samskifti við kundar umvegis kjatt og telefon
- Annað fyrifallandi arbeiði
Vit vænta, at tú
- Hevur royndir innan grafiska sniðgeving, video framleiðslu og talgilda marknaðarføring
- Hevur góðar telduførleikar
- Dugir væl at orða teg bæði í talu og skrift
- Ert búgvin, álítandi og ábyrgdarfull/ur
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
Tað er ein fyrimunur, um tú
- Hevur viðkomandi útbúgving
- Hevur royndir frá líknandi starvi
Viðkomandi, sum verður settur í starvi, fær eina umfatandi upplæring í okkara skipanum og mannagongdum.
Starvsstaðurin er á okkara snotiligu og nýggju kontórum á Hoyvíksvegi 65 í Havn.
Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Herman Winther, virkisstjóra, á tlf. 529015, ella við at senda teldupost til herman@elding.fo
Umsókn saman við møguligum avritum, prógvum, viðmælum o.ø. skulu sendast við telduposti til herman@elding.fo.
Freistin at søkja er sunnudagin 14. august á midnátt.
Vit gleða okkum til at hoyra frá tær!