Lýsing
Kundi tú hugsað tær at verið við til at mynda boðskapir, tekstir og marknaðarføring hjá eini av Føroya mest spennandi altjóða fyritøkum? Og hevur tú altíð droymt um at vera redaktørur á einum flogblaði?
Atlantic Airways leitar júst nú eftir einum kreativum redaktøri við royndum innan journalistikk og við marknaðarføringsstevi at gerast partur av dugnaliga og arbeiðssama toyminum á sølu- og marknaðardeildini.
Vit leita eftir tær, sum arbeiðir sjálvstøðugt, hevur gott yvirlit og trívist í einum umhvørvi, har dagarnir eru ymiskir, og har uppgávurnar ofta krevja bæði nærlagni og skjótleika. Tú hevur góð samstarvsevni og dugir at skriva greitt, professionelt og at fáa boðskapir fram.
Um starvið
Uppgávunar fevna breitt. Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at tú hevur førleikar at taka tær av redaktionellum uppgávum og standa á odda fyri Atlantic Review, sum kemur út fýra ferðir um árið. Harafturat skalt tú skriva tekstir og boðskapir til allar okkara pallar, umframt at tú saman við toyminum á deildini skalt vera við til at samskipa okkara marknaðarføring, átøk, útvend tiltøk og branding bæði innan- og uttanlands.
Vit ímynda okkum, at tú...
- hevur útbúgving ella royndir innan journalistikk – og tað er ein fyrimunur, um tú eisini hevur royndir í marknaðarføring
- hevur sera góðan málkunnleika í føroyskum, donskum og enskum
- møguliga hevur royndir at arbeiða við CMS-skipanum (t.d. Umbraco e.l.)
- hevur royndir við og/ella stóran áhuga fyri at vera toghaldari á ymsum verkætlanum og útvendum tiltøkum
Vit bjóða:
- eitt fjølbroytt og spennandi starv í flogvinnuni í einum áhugaverdum og altjóða umhvørvi
- møguleikan at seta tíni fingramerki í føroya einasta flogblað, Atlantic Review, sum hevur fleiri 100.000 lesarar árliga
- at verða við til at mynda marknaðarføring, tekstir og boðskapir hjá felagnum
- møguleikan at arbeiða við einum sterkum vørumerki – bæði á føroyska og útlendska marknaðinum
- tætt samstarv við roynd og dugnalig starvsfólk á deildini og uppá tvørs í felagnum
- góðar arbeiðsumstøður og møguleikar fyri fakligari menning
Starvsstaður o.a.
Starvsstaðurin er í Tórshavn. Talan er fulltíðarstarv við setan skjótast gjørligt. Løn og setanartreytir verða ásett eftir nærri avtalu.
Umsókn
Send tína umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og møguligum viðmælum við at trýsta á “SØK STARVIД. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 22. mars 2026. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt, tær koma inn. Vit eru klár at taka ímóti tínari umsókn og gleða okkum at hoyra frá tær.
Tað er eitt krav at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanningina av lívsrensli (cv).
Vilt tú vita meira?
Vinaliga set teg í samband við Sølva Jespersen, sølu- og marknaðarleiðara, tel. 213 726, t-postur solvi@atlantic.fo ella við Heidi Gullaksen, HR-leiðara, tel. 213 702, t-postur heidig@atlantic.fo