Krosstein P/f
Útgivið
12. april 2025
Útgongur
28. april 2025
Staður
Falkavegur 6, Postboks 3229, 100 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
umsokn@krosstein.fo

Lýsing

VIT LEITA EFTIR EINUM KREATIVUM STARVSFÓLKI TIL OKKARA AUBO DEILD

Vit leita eftir einum dugnaligum søluráðgeva til okkara vælumtókta AUBO handil, sum heldur til á Falkavegi 6 í Tórshavn. Hevur tú royndir sum seljari innan køks- og baðirúmsloysnir, eyga fyri kundarøkt og evni at leiða kundarnar trygt og miðvíst ígjøgnum alla sølugongdina, so ert tú sannlíkt okkara nýggja starvsfólk.ólk.

Vit vænta at tú:

  • Hevur royndir innan sølu, helst innan køks- og baðirúmsloysnir.
  • Hevur eina kreativa atferð til design og innrætting, og at tú kanst skapa serligar loysnir tilkundar okkara.
  • Hevur arbeiðsroyndir við tekniforritum.
  • Arbeiðir sjálvstøðugt og gongur høgt uppí fakligheit í øllum kundaviðurskiftum.
  • Gevur títt íkast til ídni, samstarv og gott arbeiðslag.

Vit bjóða:

  • Góða løn, i samsvar við tínar útbúgvingar og royndir.
  • Eitt gott og jaligt arbeiðspláss, har bæði tínir fakligu og persónligu førleikar verða mentir.
  • Eitt gott umhvørvi, har samstarv, humor og góð sambond eru í miðdeplinum.
  • Góðir møguleikar fyri útbúgving gjøgnum innanhýsis upplæring og luttøku í skeiðsforritum.

AUBO er eitt viðurkent vørumerki við drúgvum royndum og eini sterkari marknaðarstøðu í norðurlondum. Vit virðismeta framsøkni, álvara og ágrýtni í øllum vit gera, og vit síggja fram til at bjóða tær vælkomin í okkara toymi.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kristian á tlf 29 46 02

Send okkum tínar umsókn á teldupost umsokn@krosstein.fo innan 28. apríl 2025, og ver við til at skapaframtíðina hjá AUBO í Føroyum.

Vit eru áhugaði at seta rætta umsøkjan sum skjótast, so ivast ikki at søkja longu í dag.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið