Lýsing
Ert tú til reiðar at leiða KT-tøkniligu framtíðina hjá einum av Føroya fremstu almennu stovnum? Sum KT-ábyrgdari á Landsverki fært tú møguleikan at mynda og dríva framtíðar KT-strategiir, ið ikki bert styðja undir dagliga raksturin, men eisini eru við til at stuðla uppundir stórar verkætlanir, sum hava varandi ávirkan á samfelagið.
KT-ábyrgdarin á Landsverki spælir ein avgerandi leiklut í at tryggja, at allar KT-tænastur eru álítandi og eftir tørvinum hjá stovninum. Hann arbeiðir tætt saman við Landsneti, ið veitir grundleggjandi KT-tænastur. KT-ábyrgdarin hevur høvuðsábyrgdina av strategi, innkeyp, projektstýring, support og trygd, við hesum høvuðsuppgávum:
KT-trygd
KT-ábyrgdarin hevur ábyrgd av at verja stovnin móti trygdarbrotum og KT-hóttanum sambært rundskrivi um KT trygd fyri almennar stovnar. Hann framleiðir og dagførir trygdarpolitikk og tryggjar, at stovnurin fylgir við nýggjum hóttanum. Hetta fevnir eisini um dátuvernd og GDPR.
KT-Support
KT-ábyrgdarin ansar eftir, at dagliga KT-supportin á stovninum er skjót og álítandi. Hann tryggjar, at supportin er væl skipað og tillagað til tørvin hjá stovninum, og at supportfólkið fær ta vegleiðing og tilfeingi, sum krevst fyri at loysa uppgávurnar.
Limaskapur í Landsneti
Landsverk er limur í Landsnet, sum veitir tænastur innan net, trygd, Office365, Skjalahald, Microsoft licensar, hýsing, backup o.l.
Samstarv við eksternar veitarar
KT-ábyrgdarin hevur regluligt samskifti við uttanhýsis KT-veitarar, ið Landsverk keypir tænastur frá. Hann tryggjar, at veitararnir liva upp til sáttmálakrøvini og at loysnirnar passa neyvt til tørvin hjá stovninum.
Innkeyp av KT
KT-ábyrgdarin hevur ábyrgd av innkeypi av KT-útgerð og -tænastum. KT-útgerð verður keypt sambært rundskrivi um keyp av KT fyri almennar stovnar.
Leiðsla av KT-verkætlanum
KT-ábyrgdarin stýrir, sum projektleiðari, KT-verkætlanum frá byrjan til enda saman við leiðsluni. Hann samskipar arbeiðsgongdir, setur mál, tryggjar tíðarfesting og fíggjarstýring, og at tey ynsktu úrslitini verða rokkin.
Menning av KT-strategi
KT-ábyrgdarin samstarvar við leiðsluna um at menna KT-strategiina. Við at fylgja við nýggjum KT-trendunum leggur KT-ábyrgdarin langtíðarætlanir fyri stovnin og tryggjar, at Landsverk kann halda seg á einum nútíðarhóskandi KT-støði.
Vit vænta, at tú:
- Hevur viðkomandi útbúgving innan KT, verkætlanarleiðslu ella líknandi
- Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt, hevur góð samstarvsevnir og strategisk flair
- Dugir væl at brúka talgildar loysnir og hevur evni til at hugsa í nýskapandi KT-loysnum
- Hevur koyrikort
Vælkomin á deildina
Tú verður ein partur av Deildini fyri Skipan og Menning. Vit eru ein blanding av nógvum, ymiskum yrkiskunnleika, og tínir starvsfelagar fáast við m.a. fyrisiting, samskifti, løgfrøði, HR og HTU. Tú fært eitt arbeiði við smidleika, har tað eisini verður rúm fyri lívinum uttan fyri skrivstovuna. Vit leggja dent á eitt opið sinnalag, ið miðar eftir loysnum, og at lagið er gott og stuttligt á skrivstovuni. Vit hava virðing fyri yrkiskunnleikanum hjá hvørjum øðrum og virðismeta eitt álitisfult arbeiðsumhvørvi.
Løn og setan
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv við tænastustaði á skrivstovuni í Havn. Starvið verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag.
Umsóknir
Prógv og lívrensl (CV) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. mars 2025. Nærri upplýsingar um starvið, kunnu fáast við at venda sær til Thomas Magnussen, deildarleiðara á tlf. 290 811 og thma@lv.fo
Um Landsverk Sum landsins byggiharri stílar Landsverk fyri nøkrum av Føroya størstu og mest kompleksu byggi- og anlegsverkætlanum. Til eina og hvørja tíð eru fleiri enn 80 størri og minni verkætlanir í gongd. Harumframt er røkt av fleiri enn 200 bygningum hjá landinum upp á tilsamans 260.000 m2 og meiri enn 500 kilometrum av landsvegi, brúgvum og tunlum umframt tyrlupallum, vitum og landshavnum. Landsverk er eisini landsvegamyndugleiki og hevur ábyrgd av viðlíkahaldi og kavarudding. Stovnurin rekur eisini inntøkufíggjað virksemi í trimum grótbrotum og einum asfaltverki.