Landssjúkrahúsið
Útgivið
4. juli 2024
Útgongur
18. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Landssjúkrahúsið umsitur og hýsur føroysku Talgildu Heilsuskipanina (Cosmic). Talgilda Heilsuskipanin, nevnd THS, verður brúkt av sjúkrahúsum, kommunulæknum og kommunala heilsuøkinum í Føroyum og tosar eisini við fleiri aðrar fakskipanir í sjúkrahúsverkinum.

Ert tú vanur at arbeiða sum applikatións-serfrøðingur, ert tú tekniskt væl fyri, og vilt tú, saman við okkum, verða við til at stuðla undir, at heilsustarvsfólkini kunnu geva sjúklinginum bestu viðgerð, so ert tú kanska nýggi starvsfelagin, sum vit leita eftir.

Um starvið
Tú verður partur av THS-toyminum, ið arbeiðir við Talgildu Heilsuskipanini og heilsukunningarfrøði, har tín leiklutur m.a. verður, at

  • hava um hendi tekniskar uppsetingar, dagføringar og viðlíkahald av THS
  • hava um hendi tekniskar uppsetingar, dagføringar og viðlíkahald av integratión millum THS og aðrar heilsuskipanir
  • vera bindliðið millum THS og veitarar
  • reka og feilmelda innan- og uttanhýsis skipanir
  • ráðgeva KT deildina í samband við rakstur av serskipanunum
  • seta í verk dagføringar og tillagingar og samskipa smærri uppgávur
  • taka lut í verkætlanum og arbeiðsbólkum
  • tryggja, at umbidnar uppgávur bera á mál.

Okkara væntanir
Vit vænta, at okkara komandi starvsfelagi

  • er væl skipað/ur og nærløgd/nærlagdur, soleiðis at uppgávur verða væl úr hondum greiddar
  • dámar avbjóðingar og er fús/ur at loysa trupulleikar
  • megnar at arbeiða sjálvstøðugt og at seta kritiskar spurningar
  • dugir at taka ábyrgd og avgerðir
  • fær hildið nógvum bóltum í luftini samstundis
  • er jalig/ur og setur góða tænastu í hásæti

Saman við royndum starvsfelagum verður tú við til at reka og menna Talgildu Heilsuskipanina. Eisini kemur tú at hava samskifti við veitarar um tekniskar loysnir í samband við m.a. dagføringar og rættingar.

Starvið er mennandi, við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum. Hóast starvið er sjálvstøðugt, so verða uppgávurnar loystar saman við THS-toyminum og KT deildini á Landssjúkrahúsinum og í samstarvi við klinikarar og aðrar partar. Tí vænta vit, at tú dugir væl at samstarva.

Førleikakrøv
Tað er týðandi, at tú hevur viðkomandi útbúgving innan KT ella drúgvar royndir, sum kunnu sammetast við hetta. Harafturat vænta vit, at tú hevur áhuga og vitan innan KT tøkni, databasur, SQL og servaratøkni, og at tú kanst lofta fleiri uppgávum í senn.

Sjúkrahúsverkið skal hava eina nýggja Talgilda heilsuskipan, so viðkomandi sum settur verður skal kunna tola broytingar í starvinum.

Lønar- og setanartreytir
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett sambært viðkomandi sáttmála við Fíggjarmálaráðið.

Er hetta nakað fyri teg, ella hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Inga Mittún, fíggjar- og KT-deildarstjóra, á im@ls.fo ella á telefon +298 211800.

Umsóknarfreistin er tann 17. juli 2024.

Vinarliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið