P/F BETRI TRYGGING
Útgivið
5. oktober 2022
Útgongur
31. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir einum dugnaligum KT-arkitekti til deildina ”KT og Talgilding” í Betri Trygging.

Hvat inniber starvið?
Tú fert at arbeiða á deildini »KT og Talgilding« saman við sjey dugnaligum starvsfólkum. Uppgávurnar fevna um at menna og reka skipanir, umframt ráðgeving, support og trygd, og tætt samstarv er við starvsfólk á øðrum deildum og uttanhýsis KT-veitarar. Tínar uppgávur verða eitt nú, at:

  • greina og skjalfesta skipanarlandslagið
  • savna krøv og ynski frá starvsfólkum og samskifta um hesi
  • leggja ætlanir fyri skipanarlandslagið og seta broytingar í verk
  • skriva funktionellar og non-funktionallar kravfestingar
  • veita tekniska ráðgeving í verkætlanum

Tú fert eisini at finna KT-loysnir til ynski og avbjóðingar hjá fyritøkuni, samstundis sum tú tryggjar, at “heildin gerst størri enn einstøku partarnir tilsamans”.

Hvat vænta vit av tær?
Tú hevur hægri útbúgving, gott yvirlit og ert væl skipað/ur. Hartil kemur, at tú:

  • hevur royndir innan forritan, KT-verkfrøði og/ella KT-arkitektur
  • kanst skipa menningarvirksemi
  • torir at hugsa stórt og kreativt

Mest týðandi er, at tú ert forvitin, søkjandi, greinandi og hevur áhuga fyri KT arkitekturi. Vit læra teg alt um trygging.

Hvat fært tú frá okkum?

  • Kappingarføra løn og góðar setanartreytir
  • Eitt sjálvstøðugt arbeiðsøki
  • Møguleika fyri førleikamenning
  • Partvís møguleika fyri at byggja starvið upp og mynda tað frameftir.
  • Eitt umhvørvi, har vit eru fryntlig, hjálpsom, rúmlig og geva rúm fyri skemti í gerandisdegnum
  • Starvsstað á Kongabrúnni við góðari kantinu og atgongd til vælumtókta fitnesshølið á staðnum

Samband
Um hetta kundi verið nakað fyri teg, send okkum so eina umsókn. Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Heina Bendtsen, leiðara fyri KT og Talgilding, á 348 529 ella hb@betri.fo ella Rannvá Justinussen, HR-leiðara, á 348 575 ella rju@betri.fo

Starvið verður sett skjótast gjørligt, og umsóknir við lívsrensli og avriti av prógvum skulu sendast til hr.trygging@betri.fo í seinasta lagi mánadagin 31. oktober kl. 12:00.

Høvuðssætið hjá Betri Trygging er á Kongabrúnni í Havn, og hartil eru smærri deildir kring landið. Vit tátta í 100 starvsfólk tilsamans - hvør við okkara serkunnleika. Vit virða fakligheit, trivnað og menning - og eisini tað góða lagið. Vit eru partur av Betrisamtakinum, sum tú kanst lesa meira um her: www.betri.fo.

Vilt tú hava eina breiðari mynd av Betri Trygging, kanst tú lesa meiri á sosialu miðlum okkara:

Heimasíða: www.betri.fo/trygging

Facebook: Betri Trygging

Instagram: @betritrygging)

Líknandi størv

11. februar 2026
Hálvtíðarstarv sum sølufólk   Faroe Islands nýtt
11. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið