Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
30. maj 2024
Útgongur
20. juni 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vilt tú ganga á odda fyri talgildu menningini av Føroya størsta vitanarstovni við meira enn 180 undirvísarum, granskarum og fyrisitingarfólki og umleið 1000 lesandi?

Starvið sum KT-leiðari er eitt fjølbroytt og avbjóðandi leiðarastarv á okkara føroyska universiteti, sum er í stórari menning. Tín leiklutur verður avgerandi fyri Setrið, har nýtslan av talgildum loysnum gerst alsamt meira umráðandi í undirvísing, gransking og okkara arbeiði annars. Umhvørvið á Setrinum er merkt av framtakssinni, og vit leggja dent á at hjúkla um hesa mentanina, har áhaldandi læring og professionellur vøkstur er í miðdepli.

Sum KT-leiðari fært tú atgongd til:

  • Viðkomandi skeið til at menna tínar teknisku, leiðsluligu og málsligu førleikar
  • Luttøku í føroyskum og útlendskum ráðstevnum, sum kunnu styrkja títt professionella netverk og halda teg dagførda/n um nýggjastu frambrotini á tínum øki
  • Eitt stuðlandi akademiskt umhvørvi, sum eggjar til nýmenning og samstarv um granskingarverkætlanir við føroyskar og altjóða stovnar
  • Eitt smidligt, óformligt, vinarligt og sosialt arbeiðsumhvørvi við góðari javnvág millum arbeiðslív og frítíð
  • Høvuðsskrivstovu í søguliga gróthúsbygninginum á Debesartrøð í Tórshavn

Ábyrgd og skyldur
Tú fert at vísa beinleiðis til fyrisitingarstjóran, og tínar uppgávur verða m.a. at:

  • Leiða KT-deildina á Fróðskaparsetri Føroya
  • Menna og íverkseta okkara KT-strategiir, politikkir og mannagongdir
  • Umboða Fróðskaparsetur Føroya í sambandi við okkara nýggju lestrarfyrisitingarskipan
  • Veita KT-ráðgeving í sambandi við nýggja kampusbygningin, sum nú er í umbúna
  • Stýra fíggjarviðurskiftunum á KT-deildini
  • Samstarva tætt við leiðslu og viðkomandi starvsfólk (íroknað nýstovnaðu KT-nevndina), so samsvar er millum mál og KT-átøk um alt Setrið
  • Finna loysnir á KT-avbjóðingum í gransking, undirvísing og fyrisiting
  • Hava umsjón við menningini av undirvísingarliga og granskingarliga KT-umhvørvinum tvørtur um deildir
  • Halda teg støðugt dagførda/n á KT-økinum bæði innanlands og altjóða

Um teg
Vit ímynda okkum, at tú:

  • Hevur eina viðkomandi hægri útbúgving
  • Hevur leiðsluroyndir og kanst virka til trivnaðin á arbeiðsplássinum
  • Tekur ábyrgd av KT/KST/talgilding og er virkin og forvitin á økinum
  • Hevur góðar málsligar førleikar í føroyskum, enskum og einum norðurlendskum máli.

Væntað verður, at umsøkjarar, sum ikki tosa føroyskt, læra málið innan 3-4 ár. Víst verður til málpolitikkin hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum sæst her.

Umsókn, umsóknarfreist og samband
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og setanartreytir eru samsvarandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsókn, CV og viðkomandi skjalprógv skulu latast inn her í seinasta lagi 20. juni 2024. Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Johan Hansen, fyrisitingarstjóra á JohanH@setur.fo ella tlf. 292504 fyri meira kunning um starvið.

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og yvir 180 starvsfólk.

Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.

Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttansetursstuðli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

Líknandi størv

Barrleiðari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
Barrtænari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
6. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið