Lýsing
Vilt tú vera við til at leiða og menna eitt tað størsta KT-økið í Føroyum, so hevur tú nú møguleika at søkja starvið sum KT-leiðari á Landssjúkrahúsinum.
Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahúsið í Føroyum, og hevur til endamáls at geva viðgerð á altjóða støði.
Vit leita eftir einum KT-leiðara við hollari vitan um KT og sum kann taka ábyrgd av Heilsunetinum sum fevnir um alt Sjúkrahúsverkið. Sum KT-leiðari hevur tú ein avgerandi leiklut í at styrkja KT-deildina og tryggja at okkara heilsunet er effektivt og trygt.
Starvið er til til setan 01.04.2024 ella eftir avtalu.
Heilsunet er eitt av størstu KT-kervum í landinum við góðum 2000 brúkarum, sum fevnir um øll trý sjúkrahúsini, sjúklingahotellið, umframt Kommunulæknar og eldraøkið. Heilsunet er grundvøllurin undir øllum talgildu heilsuskipanum. Talið av brúkarum økist ár um ár í sambandi við at talgilda heilsuskipanin, Cosmic, verður breidd út til eldraøkið og heilsuverkið verður meira samanhangandi, við enn betri sjúklingagongdum og sjúklingaviðgerðum. Áhaldandi menning av talgilding innan Sjúkrahúsverkið setir høg krøv til allar partar, ikki minst til heilsustarvsfólk, KT-starvsfólk og dátutrygd. Atgongd til fakskipanir er avgerandi fyri effektiva sjúklingaviðgerð.
KT- deildin
Á KT-deildini arbeiða í løtuni 8 starvsfólk umframt leiðaran. KT-leiðarin vísir til Fíggjar- og KT deildarstjóran. KT-deildin er partur av Fíggjar- og KT stápinum á Landssjúkrahúsinum, sum eisini fevnir um fíggjardeildina, bókhaldið, lønardeildina, KT-trygd og THS.
Starvið sum KT-leiðari er eitt sera spennandi starv, sum tú í stóran mun sjálv/ur kemur at mynda. KT-leiðarin hevur týðandi ávirkan á arbeiðsdagin hjá øllum starvsfólkabólkum í Sjúkrahúsverkinum. Dentur verður lagdur á ein motiverandi leiðslustíl við góðum samstarvsevnum, og dirvi at ganga á odda at loysa ymiskar, og til tíðir truplar og avbjóðandi uppgávur. Tað er avgerandi at tú dugir at síggja tingini frá ymiskum sjónarhornum, og at tú arbeiðir út frá teimum avtalum, virðisgrundarlagi og strategiini, sum eru sett út í kortið. Sum persónur sært tú eitt stórt virði í at arbeiða fyri góðum sambondum, bæði tá talan er um starvsfólk, leiðslu og uttanhýsis veitarar.
Uppgávur hjá KT-leiðaranum eru m.a. at:
- leiða og menna KT-deildina
- tryggja at rakstrargrundvøllurin, undirstøðukervið og skipanirnar lúka KT-trygdarkrøv
- hava ábyrgd fyri KT-rakstrarætlan og fíggjarstýring fyri KT-økið
- leiða og menna Heilsunet Servicedesk
- eyðmerkja og íverkseta effektivar loysnir til at betra um undirstøðukervið, mannagongdir, v.m.
- samskipa arbeiðið av øllum fakskipanum
- vera við í tvørfakligum verkætlanararbeiði
- verkætlanarstýra og leiða
- tryggja áhaldandi menning av Heilsunetinum
- stuðla undir strategisku málunum hjá Sjúkrahúsverkinum.
Dentur verður lagdur á hesar førleikar:
- viðkomandi útbúgving og/ella drúgvar royndir innan KT
- leiðsluroyndir frá líknandi starvi kann verða ein fyrimunar
- dirvi at ganga á odda
- motiverandi og góð samstarvsevnir
- Loyal/ur
- nærlagni
- dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt.
Vit bjóða:
- leiðslumenning
- eitt fjølbroytt og mennandi starv
- eitt starv, sum tú í stóran mun kemur at mynda sjálv/ur
- eitt arbeiðspláss við nógvum dugnaligum starvsfelagum.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Inga Mittún, Fíggjar- og KT deildarstjóra, t-post im@ls.fo ella á tlf. 211800.
Umsóknarfreistin er tann 14.02.2024.
Vinarliga søk starvið her.
Viðkomandi sum settur verður skal kunna vísa reina revsi váttan.
Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leikjuni “Um okkum”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.