FarPay
Útgivið
21. december 2024
Útgongur
10. januar 2025
Staður
Skansavegur 1 100 Tórshavn, FO | WIldersgade 15 1401 Keypmannahavn, DK, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
job@farpay.fo

Lýsing

Vit søknast eftir einum KT-Mennara at arbeiða í okkara Azure umhvørvi við loysnum innan:

  • NET
  • C#
  • Azure tøkni innan processering, databasu og distributión.

Tú gerst partur av einun toymi av mennarum, við ymiskum førleikum og royndum, har vit arbeiða við loysnum, ið skulu koma kundum okkara til góðar.

Vit bjóða tær partur av einum agilum toymi, ið arbeiðir eftir SCRUM leisti, har vit hava eitt vakið eyga á hvat fyri virði, vit kunnu geva kundum okkara, við framhaldandi menning av okkara skipan.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
Menning av Azure tøknum, so sum:

  • Azure functions (paralellisering og skjót processering)
  • Batch (hóp processering)
  • Web- og API menning
  • DevOps, CI/CD

Vit nýta Atlassian menningar amboð, so sum Jira, Confluence, Statuspage, Opsginie og Git.

Krøv til útbúgving og førleikar
Ein akademisk útbúgving innan datalogi er ein stórur fyrimunur.

  • MSc ella Bachelor í datalogi ella IT, har fokus hevur verið á menning
  • Royndir - um tú hevur royndir við menning av stórum verkætlanum er tað sjálvsagt eisini ein
    dygd.

Ágóðar við starvinum
FarPay arbeiðir í einum agilum umhvørvi, har vit stremba eftir at geva kundum virðið av okkara menning sum skjótast.

Tú kemur í eitt toymi og eina fyritøku, ið stendir í vøkstri, og har okkum dáma faklig innspørk til tær góðu loysnirnar.

Tú kemur at seta dám á arbeiðsplássið og uppgávurnar, grundað á tínar fakligu førleikar.

Hjá FarPay arbeiða vit við einari skipan, ið serviserar fleiri milliónum brúkarum vikuliga.

Arbeitt verður "bert" við hesari skipanini, og av tí sama brúka vit ikki tímaskráseting!
Vit bjóða tær góða løn og setanartreytir eftir nærri avtalu.

FarPay hevur tvey kontór, og stendir tær frítt at velja ímillum:

  • Skansavegur 1
    100 Tórshavn
  • WIldersgade 15
    1401 Keypmannahavn

Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvið er 25. Januar 2025.

Umsókn
Send okkum tína umsókn við prógvum og CV til: job@farpay.fo.

Samband
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at ringja til Theodor á tlf. 23 77 03

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið