Lýsing
Vilt tú seta ferð á KT-menningina handan almenna búskapin?
Vit leita eftir KT-mennara at arbeiða við Búskaparskipan landsins - kjarnuni í almenna búskapinum. Talan er um grundarlagið undir landsroknskapinum og fíggjarligu avgerðunum hjá landinum.
Tú verður partur av kervisfyrisitingini, einum toymi av fimm eldhugaðum starvsfólkum, sum hava ábyrgd av bæði menning og rakstri. Nú er ferð sett á menningina, so vit kunnu gera arbeiðsgongdirnar hjá bókhalds- og fíggjarfólkum einfaldari, tryggari og meira tíðarhóskandi.
Av skipanum vit nýliga hava ment, kunnu nevnast:
- Egna konsern-debitoraskipan
- Ferðaavrokningarskipan at umsita uppgerð av uttanlandsferðum
- Skipan til Løgtingið at stuðla undir fíggjarlógartilgongdina
- Búskettskipan
- Høvuðsbók.
- Harumframt verða aðrar skipanir mentar í løtuni.
Um starvið
Tú fert at hava uppgávur innan bæði menning og rakstur av Búskaparskipan landsins. Tú fært ein týdningarmiklan leiklut í at tryggja, at vit altíð lúka krøvini til landsroknskapin, og at skipanirnar eru tíðarhóskandi, tryggar og lættar at brúka.
Menning
Búskaparskipan landsins byggir í høvuðsheitum á Oracle tøkni. Tí er tað eitt krav, at tú kennir og hevur royndir við:
- Oracle APEX
- PL/SQL
- SQL
- CSS
Rakstur
Krøvini til almenna roknskapin eru stór, og raksturin krevur:
støðugt eftirlit við markamótum til nógvar og ymiskar skipanir
eftirlit við flytingum millum skipanir og eindir, soleiðis at roknskapurin altíð er dagførdur
skipa fyri uppstigan og royndarkoyring av skipanum
menning av verandi arbeiðsgongdum
samskifti við KT-veitarar.
Eginleikar og førleikar
Tú hevur útbúgving, sum samsvarar við telduatstøðing ella bachelor í KT.
Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt. Samstundis veitst tú, hvussu týdningarmikið gott samstarv er við stovnar, KT-veitarar og onnur starvsfólk á Gjaldstovuni. Tað er umráðandi, at tú ert fyrikomandi og fryntlig/ur. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur hug og hegni at arbeiða við roknskapi.
Setanar- og lønarviðurskifti
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag, eitt nú Akademikarafelagið ella Starvsfelagið.
Arbeiðsstaðurin er Gjaldstovan í Albert Hall á Argjum. Tú kanst byrja í starvinum beinanvegin ella eftir avtalu.
Umsóknarfreistin er 7. november 2025
Send okkum umsóknina við prógvum og møguligum viðmælum til starv@gjaldstovan.fo. Skriva “KT-mennari til BSL” sum evni. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Hevur tú spurningar, ella vilt tú hava meira kunning um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Dáva Johannesen á davur@gjaldstovan.fo ella á telefon 35 24 85 / 21 24 41
Gjaldstovan er eitt gott arbeiðspláss. Síðan Gjaldstovan varð stovnað í 1939, hevur hon verið kjarnin í allari almennari búskaparstýring. Tað eru stívliga sjeyti starvsfólk, sum hvønn dag skapa Gjaldstovuna, og eru hesi skipað í sjey høvuðsøki: KT Landsins, Løn & Bókhald Landsins, Roknskapur Landsins, Búskaparskipan Landsins, Talgildu Føroyar og Keyp Landsins, og øll stremba vit eftir at ganga á odda í faki okkara, so at tey, sum brúka okkara tænastur, kunnu gera arbeiði sítt til lítar. Vit vilja, at starvsfólk skulu trívast og mennast, tí skipa vit javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum, og í kantinuni stendur døgurði á borðinum hvønn dag.