Sev
Útgivið
8. april 2024
Útgongur
19. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir eldhugaðum KT-mennara til fulltíðarstarv á KT-deildini

Málið hjá Sev er 100% grøn elorka á landi í 2030, og verður ein lyklaleiklutur hjá KT-mennaranum at menna loysnir at stuðla undir grønu kósini.

Starvið
Sum KT-mennari starvast tú á KT-deildini saman við sjey starvsfelagum. KT-deildin samstarvar við allar deildir á Sev.
Sev hevur nógvar ymiskar telduskipanir, ið skráseta eina ørgrynnu av dátum frá dagliga virkseminum. KT-deildin hevur ábyrgd av at menna og halda viðlíka loysnir, har ymiskar skipanir samskifta við hvørja aðra. Hetta krevur, at dátugrundarlagið og KT-undirstøðukervið verða bygd út á ein tryggan og skipaðan hátt. Nýggj krøv til Sev hava við sær, at fleiri forrit skulu mennast og at dátuarkitektururin skal dagførast. Tú verður við til saman við øðrum KT-mennara at stinga út í kortið og leggja tína ávirkan á arbeiðsháttin og úrslitið.

Uppgávurnar eru annars í høvuðsheitum at:
• sniðgeva og menna dátumodell
• menna forrit og loysnir, ið viðgera dátur til ymisk endamál
• menna forrit til trygt dátusamskifti millum skipanir
• luttaka í tvørfakligum arbeiði og menningarverkætlanum saman við ymiskum deildum
• loysa fjølbroyttar uppgávur fyri aðrar deildir, myndugleikar og aðrar áhugabólkar
• samskifta við uttanhýsis KT-veitarar
• hava rakstur av verandi skipanum


Vit vænta, at tú hevur:
• viðkomandi útbúgving
• góðar førleikar innan KT-menning
• drúgvar royndir við SQL og at menna dátugrunnar
• royndir við at sniðgeva og seta upp dátumodell
• góðar førleikar við “scripting-máli”, til dømis Python

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir við:
• dátuarkitekturi
• at menna REST API og Web-menning annars
• at menna grafisk brúkaramót (GUI)
• forritanarmálum til dømis C#
• samskiftistøkni, eitt nú IoT
• Machine Learning / AI

Harumframt hevur tú ein skipaðan arbeiðshátt. Tú hevur gott hugflog, ert forvitin eftir at menna teg tøkniliga, og ert fús/ur at læra nýggja tøkni um neyðugt. Tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og skipa tínar uppgávurnar í samstarvi við onnur. Tíni samskiftisevni eru góð, tú dugir væl at lurta og gera tað torskilda einfalt hjá øðrum at skilja, eisini dugir tú at samskifta á føroyskum og enskum.

Sev
Vit bjóða tær:
• eitt fakliga áhugavert starv
• ávirkan á egið arbeiði
• smidligar arbeiðsumstøður
• fjøltáttaðan arbeiðsdag
• fakliga menning
• viðkomandi skeið
Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv, og setanarstaðið er Sev, Landavegur 92, Tórshavn. Okkara nýggi KT-mennari skal tola broytingar í starvinum, og at starvið t.d. kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Ólavi Brimnes, KT-leiðara, á telefon 219820. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 19. apríl 2024, kl. 12.00. Send okkum umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum í telduposti til starv@sev.fo, viðmerk umsóknina "KT-mennari".

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið