Umhvørvisstovan
Útgivið
30. juni 2022
Útgongur
8. august 2022
Staður
Traðagøta 38 - Postboks 2048 - FO-165 Argir, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Umhvørvisstovan er í holt við at talgilda sínar týdningarmestu skráir og skipanir. Grundardátur skulu vera tøkar hjá øllum samfelagnum at gagnnýta, og tí hava vit brúk fyri tær at menna og mynda talgildu skipanir og tænastur stovnsins.

Talan er um eitt fjølbroytt, avbjóðandi og sjálvstøðugt starv við møguleika at luttaka í fjølbroyttum verkætlanum uppá tvørs av deildunum á Umhvørvisstovuni. Viðkomandi, ið settur verður, verður ein týðandi luttakari í skipanini og menningini av rakstrarumhvørvinum hjá stovninum. Starvið er skipað tvørgangandi og vísir til varastjóran.

Umhvørvisstovan arbeiðir tætt saman við Talgildu Føroyum um grundardátuskráirnar, sum fevna um Landsfólkayvirlitið, ognarskráirnar Tinglýsing og Matrikul, Kort, Adressur og aðrar staðsettar dátur. Umhvørvisstovan varðar eisini av dátum innan orku, gransking og náttúru.

Starvið:
Starvið fevnir m.a. um fylgjandi uppgávur:

  • Greina og skipa menningina av nýggjum talgildum tænastum
  • Viðlíkahald og menning av tøkniliga rakstrarumhvørvinum
  • Verkætlanarleiðsla og ráðgeving
  • Gera innanhýsis og uttanhýsis KT-mannagongdir
  • Samskifti og samstarv við veitarar, aðrar stovnar og brúkarar

Førleikar:
Vit vænta, at tú hevur

  • Viðkomandi hægri útbúgving innan kunningar- og samskiftistøkni, ella líknandi
  • Holla og breiða vitan um kunningartøkni sum heild
  • Góðar førleikar innan netverk, dátugrunnar og markamót millum KT-skipanir/web services
  • Vitan um rakstur, menning og trygd av KT-skipanum
  • Royndir við verkætlanarleiðslu
  • Kunnleika til forritan

Harumframt vænta vit, at tú hevur hesar persónligu eginleikarnar:

  • Tú ert analytisk/-ur og dugir at finna loysnir
  • Tú hevur góð samstarvsevni

Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður sett sbrt. sáttmálanum hjá viðkomandi yrkisfelag. Starvið verður sett skjótast gjørligt, og skrivlig umsókn, saman við prógvum, CV o.l., skal sendast

Umhvørvisstovuni í seinasta lagi 8. august 2022 við telduposti til starv@us.fo viðmerkt ’KT-samskipari’.

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú seta teg í samband við Malenu Egeberg Jacobsen, varastjóra, á tlf. 234331 ella malenej@us.fo.

Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvis- og vinnumálaráðnum - sí www.us.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið