Bakkafrost
Útgivið
19. august 2023
Útgongur
3. september 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vegna økt virksemi søkja vit eftir KT serfrøðingi innan Microsoft Windows umhvørvi. KT deildin á Bakkafrost arbeiðir við sera fjølbroyttum uppgávum, og virksemi er í USA, Skotlandi, Danmark og Fraklandi. Vit eru 16 fólk á deildini – 10 hava starvsstað í Føroyum og 6 í Skotlandi. KT er partur av framleiðsluskipanum, fíggjarstýringsskipanum, sporførisskipanum, samskiftisskipanum, scadaskipanum, alarmskipanum, aliskipanum og øðrum skipanum. Uppgávan hjá KT deildini er at menna og viðlíkahalda hesar skipanir.

Tínar uppgávur
Sum KT serfrøðingur verður tú partur av dagliga rakstrinum í fyritøkuni og fert m.a. at hava ábyrgd av at:

  • leggja til rættis og seta í verk nýggj Microsoft Windows umhvørvi on-premises og í cloud
  • menna og reka KT undirstøðukervið í samtakinum, sum millum annað er grundað á Microsoft Windows umhvørvi
  • menna og reka markamót til Microsoft tænastur í cloud

Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við KT serfrøðingin, sum umsitur hesi økini. Harumframt fert tú at luttaka í dagliga rakstrinum saman við starvsfeløgum á deildini.

Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at rætti umsøkjarin hevur viðkomandi royndir innan KT og serstakliga innan Microsoft Windows umhvørvi (on-premises og cloud). Viðkomandi útbúgving er ein fyrimunur, men drúgvar viðkomandi royndir ella sertifiseringar kunnu viga upp ímóti eini formellari útbúgving.

Tað er umráðandi, at tú ert sjálvstøðug/ur og tænastusinnað/ur. Vit samskifta á føroyskum og enskum, og tí er tað týdningarmikið, at tú meistrar bæði málini. Hartil skalt tú hava koyrikort og kunna ferðast til Skotlands, Danmarkar, Fraklands ella USA av og á.

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Starvið verður sett sum skjótast. Umsóknarfreistin er tann 3. september 2023. Samrøður verða hildnar so hvørt, sum skikkaðar umsóknir koma.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta her.

Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kristian Eli Zachariasen, KT leiðara á tlf. 23 50 70 ella senda teldupost til kez@bakkafrost.com

Um okkum
Bakkafros t samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsa alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, lívfiski, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu og flutning. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoynni, Sandoynni og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki í Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.778 starvsfólk (ársverk).

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið