Lýsing
KT-starv í Kringvarpi Føroya
Vit sóknast eftir einum royndum og dugnaligum mennara til KT-deildina. KT-deildin tekur sær av rakstri, viðlíkahaldi og menning
av KT-økinum í Kringvarpinum.
STARVIÐ
Títt fokusøki verður í høvuðsheitum at forrita á web-pallum. Uppgávurnar fevna eitt nú um:
● At menna heimasíðuna hjá KVF
● At menna og umsita innanhýsis skipanir
● At menna skipanir í sambandi við, at søvnini í KVF verða talgildað
● At verða við í arbeiðinum at íverkseta nýggja og menna verandi tøkni
TÍNIR FØRLEIKAR
● Tú hevur viðkomandi útbúgving og/ella drúgvar royndir innan forritan
● Tú hevur hollar royndir innan Microsoft og Linux
● Tú kennir væl hugtøk so sum PHP, C# og Jquery
TÍNIR EGINLEIKAR
● Fyrst og fremst ert tú eldhugað/ur fyri KT
● Tú hevur áræði at seta teg inn í nýggja tøkni
● Tú ert røkin, fryntlig/ur og hevur góð samstarvsevni
● Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, men eisini í toymi
VIT BJÓÐA
● Eitt spennandi arbeiði við skiftandi uppgávum
● Eitt starv við møguleikum at menna seg innan miðlatøkni
● At tú ert partur í einum góðum fakligum toymi, har tú lærir nógv nýtt
SETANARTREYTIR
Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreistin er 01. desember, og umsóknir skulu sendast til umsokn@kvf.fo
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kára Poulsen, tøknileiðara, á telefon 296676 ella teldupost: kpo@kvf.fo.