Storm
Útgivið
5. februar 2026
Útgongur
22. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Lestrarstarv, Fulltíðarstarv
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Hevur tú ’flair’ fyri KT, teldum, skipanum og kundarøkt? Ynskir tú avbjóðingar og persónliga menning, og brennir tú fyri kunningartøkni og at hjálpa øðrum, so ert tú kanska rætta fólkið til starvið.

Um starvið
Tú verður partur av einum toymi, sum veitir KT-support til fyritøkur og stovnar. Tú sleppur at taka ábyrgd eftir áhuga og førleika, og tú verður við í alskyns uppgávum so sum KT-support, netumsiting, levering av KT útgerð og øðrum spennandi uppgávum í vinnuni. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Skúlagongdin í lærutíðini er í Danmark.

Starvið fevnir millum annað um:
• Klárgera, uppseta og viðlíkahalda teldur og prentarar
• KT support online og á staðnum hjá viðskiftafólki okkara
• Uppseta LAN-net og WIFI
• Microsoft Office 365 uppgávur

Um teg
Vit ímynda okkum, at tú ert ágrýtin, møtir væl upp til ásettar tíðir, og at tú spyr einaferð ov nógv, heldur enn einaferð ov lítið. Vit síggja hetta starvið, sum eitt upplagt høvi hjá einum lærlingi innan KT-support at menna seg sjálvan á økinum við relevantum arbeiðsuppgávum í vinnuni. Eisini síggja vit starvið, sum eitt gott høvi hjá tær, ið hevur ‘flair’ fyri KT, skilir ymsar KT skipanir og amboð, at menna teg enn meira á økinum, sum tú brennur fyri.

• Vit leggja dent á, at tú ert arbeiðssom/arbeiðssamur og fer væl um.
• Vit ynskja, at tú ert fyrikomandi og fólkaligur.
• Tú brennur fyri KT og hevur eyga fyri og hug at arbeiða við KT loysnum á marknaðinum.
• Tú hevur sjálvsálit, ert fyrikomandi og opin mótvegis okkara viðskiftafólki.
• Tú dámar væl at fáast við kundar og røkja sambond millum kundan og fyritøkuna.

Sum partur av okkara toymi, kanst tú vera vís/ur í at hava ein spennandi gerandisdag saman við okkum, har tú kemur í læru og arbeiði í einari spennandi vinnu, ið vindur upp á seg við rúkandi ferð.

Vit bjóða tær:
Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum skiftandi umhvørvi, har tú fært møguleikar at menna teg persónliga og fakliga og sleppur at seta tíni fingramerki á arbeiðsdagin. Tú fært eina skipaða lærutíð, og tú fært uppgávur og ábyrgd í samsvari við tínar vaksandi førleikar.

Um okkum:
Storm vil betra raksturin hjá kundanum við røttu KT-loysnum og tænastum. Høvuðsskrivstovan er í Saltangará, og eisini hava vit eina deild í Klaksvík. Vit eru eitt toymi við drúgvum royndum á KT-økinum og í føroyska vinnulívinum, har vit hugsavna okkum um KT-sølu, ráðgeving og tænastu til vinnuna. Vit eru eitt gott og spennandi arbeiðspláss við góðum arbeiðsstevi og starvsfeløgum, og tú fært neyðuga upplæring á økinum.

Vilt tú vita meira:
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Bárður S. Solmunde, stjóra, á tlf. 777555 ella spyr okkum um starvið á t-post bardur@storm.fo

Løn- og setanartreytir:
Løn- og setanartreytir eru eftir avtalu.

Umsókn og freist:
Er hetta nakað fyri teg, send okkum eina stuttorðaða umsókn til Bárður S. Solmunde á bardur@storm.fo
Umsóknir, saman við møguligum prógvum, CV ella ummælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 22. februar 2026. Vit vænta, at tú kanst byrja í starvinum sum skjótast.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Líknandi størv

5. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið