Lýsing
Vilt tú arbeiða við KT og brúkarahjálp, og leggur tú dent á at veita eina framúr góða tænastu? Vit leita eftir tænastusinnaðum supportara til 1st level support.
Í KT Landsins verður tú partur av einum spennandi KT umhvørvi við dugnaligum, framsóknum starvsfeløgum og góðum møguleikum fyri fakligari menning.
Høvuðsuppgávur
Høvuðsuppgávan hjá tær verður at veita brúkarum í Landsneti og Skúlaneti KT hjálp og tryggja raksturin av skipanum og neti. Sum 1st level supportari fert tú at:
- hjálpa kundum at finna feilir og loysa trupulleikar umvegis telefon, teldupost, í helpdesk skipan og á staðnum
- umsita brúkarar og rættindi í Active Directory, Microsoft Exchange og Office 365
- hjálpa við teldum, teldlum, fartelefonum og terminalservarum
- finna og loysa grundleggjandi feilir á t.d. neti, teldum og prentarum
Um teg
Mest týðandi fyri starvið er, at tú ert fyrikomandi, leggur dent á at veita eina góða tænastu, og hevur náttúrligan áhuga fyri KT og skipanum. Tað er ein fyrimunur um tú:
- hevur útbúgving sum KT supportari
- hevur royndir sum KT supportari í einum enterprise umhvørvi
- hevur royndir við umsiting av Microsoft 365
Um okkum
KT Landsins er partur av Gjaldstovuni og húsast í Albert Hall á Argjum. Vit eru 17 fólk, sum dagliga arbeiða við at veita almennu Føroyum góðar KT-tænastur. Hetta gera vit gjøgnum Skúlanet, Landsnet og Skjalhald.
- Skúlanet er til fólkaskúlar og hægri lærustovnar
- Landsnet er til aðalráð, stovnar og eldrasamstørv
- Skjalhald er journalskipan til allar stovnar, sum KT Landsins umsitur
Vit menna støðugt okkara tænastur. Málið er at veita ein so bíligan, góðan og tryggan KT-rakstur, sum gjørligt.
Vit leggja stóran dent á góðar arbeiðsumstøður, bæði arbeiðsamboð og skrivstovuhøli. Vit seta teg væl inn í arbeiðsuppgávurnar og KT skipanirnar, sum vit brúka.
Setanar- og lønarviðurskifti
Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið og verður lønt eftir 4. lønarflokki.
Vit bjóða góðar møguleikar fyri førleikamenning.
Umsókn
Umsóknarfreistin er 19. mars í 2026.
Send okkum umsókn tína við prógvum og møguligum viðmælum til starv@gjaldstovan.fo og viðmerk “1st level supportari”. Umsóknarfreistin er 19. mars í 2026.
Hevur tú spurningar um starvið, set teg í samband við Halgir Winther Nagata, rakstrarleiðara, halgir@gjaldstovan.fo, tel 352 467.
Um Gjaldstovuna
Gjaldstovan er eitt gott arbeiðspláss. Vit – tað eru vit, stívliga sjeyti starvsfólk, sum hvønn dag skapa Gjaldstovuna – eru skipað í sjey høvuðsøki: KT Landsins, Løn & Bókhald Landsins, Búskaparskipan Landsins, Roknskapur Landsins, Keyp Landsins og Talgildu Føroyar.
Øll stremba vit eftir at ganga á odda í faki okkara, so at tey, sum fáa tænastur frá okkum, kunnu gera arbeiði sítt til lítar. Vit vilja, at starvsfólk skulu trívast og mennast. Vit skipa tí javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum, og í kantinuni stendur døgurði á borðinum hvønn dag.