Lýsing
Ert tú áhugað/-ur í tøkni og ynskir at gera mun? So er tú møguliga KT-supportarin, vit leita eftir!
Um okkum
Landsverk er ein stórur tekniskt førandi stovnur, har KT er hornasteinurin í arbeiðinum hjá teimum áleið 150 starvsfólkunum. Tú fert at starvast á deildini fyri Skipan og Menning, har umsitingin hjá Landsverki er savnað.
Um starvið
Tín høvuðsuppgáva verður at veita KT-support til okkara starvsfólk, sum starvast kring alt landið. Landsverk hevur fakskipanir frá veitarum úr Føroyum og útlondum, og sum KT-supportari fert tú at samskifta við veitararnar um feilir og manglar, tí mást tú duga at orða teg í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum. Harumframt er tætt samskifti við KT-landsins, sum veitir okkum grundtænastur innan KT.
Tínar uppgávur vera millum annað:
- Brúkarasupport av Windows og Office365
- Íverksetan, umsiting og upplæring av skipanum
- Innkeyp og uppsetan av KT-útgerð
- Umsiting av fakservarum
Vit bjóða:
- Eitt starv við møguleika fyri bæði fakligari og persónligari menning
- Ein sjálvstøðugan og fjølbroyttan arbeiðsdag
- Eitt starv, har tað ikki eru stundir at keða seg
- Eitt professionelt arbeiðsumhvørvi
Um teg:
- Tú hevur viðkomandi útbúgving innan KT ella samsvarandi starvsroyndir innan KT-support
- Tú ert tænastusinnaður, tolin og dugir væl at samstarva- og samskifta við ymiskar fakbólkar
- Tú ert vælskipað/ur og ábyrgdarfull/ur
- Tú hevur koyrikort til bil
Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars verða sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsrensli (cv) kann sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. november 2023. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Bergur Hansen, KT-leiðara á tlf. 290 818 ella teldupost beha@lv.fo.