Lýsing
Virksemið á Tøkni- og rakstrarloysnum á Formula er alsamt vaksandi. Tí leita vit eftir einum KT-teknikara við Microsoft 365 førleikum
STARVIÐ
Vit arbeiða miðvíst við heildarupplivingini, vit geva kundum okkara. Vit vita, at sjálvt infrakervið er ein neyðugur partur av eini størri heild í samlaðu veitingini til kundan. Orka skal leggjast í, at fáa fólk og tøkni at spæla saman soleiðis, at samlaða veitingin skal eydnast.
Kervistoymið hevur tí ein serliga leiklut á Formula. Vit vilja styrkja toymið, og hava tí brúk fyri tær.
Vit leita eftir einum dugnaligum og eldhugaðum KT-teknikara, sum hevur serligar førleikar innan Microsoft 365-loysnir. Tú verður ein týðandi partur av okkara KT-toymi og fært ábyrgd av at viðlíkahalda og menna loysnir fyri okkara kundar. Uppgávurnar fevna um at seta í verk, viðlíkahalda og optimera KT-loysnir við serligum atliti til Microsoft 365 og cloud-tænastur
Tú sært loysnir heldur enn trupulleikar, og tú hevur evnini at koma frá tørvi kundans til røttu loysnina.
ARBEIÐSUPPGÁVUR
- Uppsetan og rakstur av Microsoft 365-loysnum, millum annað Teams, SharePoint, Intune, OneDrive og Exchange Online.
- Ráðgeving og vegleiðing fyri kundum í nýtslu av Microsoft 365.
- Viðlíkahald og optimering av cloud-loysnum (Azure) og trygdarstillingum.
- Loysa KT-trupulleikar og veita tekniskan stuðul fyri okkara kundum.
- Gera mannagongdir og vegleiðingar fyri nýtslu og trygd.
- Ráðgeva um nýggjar KT-loysnir og luttaka í verkætlanum innan Microsoft 365 og Azure
TÍNIR FØRLEIKAR
Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu.
Tú ert álitsvekjandi, fyrikomandi, nærløgd/lagdur og hevur lætt við at samskifta við kundar eins væl og starvsfelagar. Vit seta høg krøv til okkum sjálvi og ganga høgt uppí at veita kundunum eina góða tænastu, og tí er tað týdningarmikið, at tú ert tænastusinnað(ur).
Tú arbeiðir sjálvstøðugt og kennir tínar styrkir. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst. Tú ert ikki bangin fyri at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur.
Førleikakrøv:
- Útbúgving innan KT, ella samsvarandi royndir.
- Góð vitan og royndir við Microsoft 365-loysnum og Azure.
- Kunnleiki til netverk, trygd og cloud-tænastur.
- Førleiki at loysa tekniskar avbjóðingar og arbeiða sjálvstøðugt.
- Gott hegni at samskifta og vegleiða brúkarar.
- Fyrimunur, um tú hevur royndir við PowerShell ella scripting í Microsoft-umhvørvi.
Tað er týdningarmikið, at tú ert forvitin og hevur lætt við at seta teg inn í nýggja tøkni og arbeiðsgongdir, og harvið megnar at nema tær nýggja vitan.
VIT BJÓÐA
- Eitt áhugavert starv í einum framfýsnum og tøkniligum umhvørvi
- Møguleika fyri førleikamenning og skeiðum innan Microsoft-tøkni
- Góðar arbeiðsumstøður og ein jaligan arbeiðsdag
- Løn og setanartreytir sambært avtalu
STUÐLANDI OG STIMBRANDI UMHVØRVI
Á Formula er tað úrslitið, sum telur. Fyri at røkka bestu úrslitunum, er arbeiðið skipað eftir føstum leisti. Tú verður partur av einum sterkum toymi við rakstrarfólki, verksetarum, supportarum, sølu- og marknaðarfólki, umframt verkætlanarleiðarum. Her sleppur tú at gera tað, tú er best(ur) til.
Vit verkseta og reka kervisloysnir hjá almennum og privatum fyritøkum kring alt landið, eisini veita vit hýsingartænastu og “Cloud” loysnir.
Vit leggja dent á persónliga og fakliga menning og bjóða viðkomandi eftirútbúgving. Tú fært eina kappingarføra løn, sum verður ásett eftir royndum og útbúgving.
UMSÓKN
Umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi skjølum skulu sendast okkum á https://starv.formula.fo/Vacancy/Preview?guid=e1cf9a14-bea6-4839-b80b-17771dc3ed61 í seinasta lagi sunnudagin 9. mars 2025.
Tú fært nærri upplýsingar um starvið, við at venda tær til Arne Jacobsen, toymisleiðara á tel. 244187 ella Eyðun Thorsvig, leiðara á Tøkni- og rakstrarloysnum á tel. 244145.
STUTT UM FORMULA
Formula er fremsti heildarveitari av kunningartøkni til stovnar og fyritøkur í Føroyum. Formula veitir lokalar loysnir við altjóða góðsku. Okkara loysnir verða brú ktar í øllum vinnugreinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Á Formula vita vit, at vitan tryggjar besta úrslitið. Vit liv av vitan, og raðfesta tað fremst av øllum. Okkara starvsfólk hava altíð dagførda útbúgving á altjóða støði, og alt okkara virksemi er skipað í serdeildir. Á Formula starvast um 100 starvsfólk, og vit hava hølir í Tórshavn, Runavík, Klaksvík og Keypmannahavn. Formula er eitt fíggjarliga trygt virki við høgari eginfígging, og vit eftirmeta áhaldandi okkara virksemi, bæði umvegis búskaparlig úrslit og starvsfólka- og kundanøgdsemiskanningar.