Lýsing
Vit søkja eftir KT tøkningi til toymið, sum mennir og viðlíkaheldur KT skipanir á smoltstøðum.
Tínar uppgávur
Sum KT tøkningur verður tú partur av einum toymi, sum varðar av smoltstøðum og hevur ábyrgd av dagliga KT/OT rakstrinum. Harumframt fert tú saman við starvsfeløgunum á deildini at taka lut í dagliga KT rakstrinum í samtakinum.
Tú fert m.a. at hava ábyrgd av:
- Rakstri,viðlíkahaldi og menning av KT skipanum og netverki á smoltstøðum og í samtakinum
- Rakstri,viðlíkahaldi og menning av skipanum tilknýttum KT/OT, sum stuðla rakstri á smoltstøðum
- Verðavið til at reka og viðlíkahalda Wonderware
- Verðavið til at tryggja og reka eina proaktiva ávaringarskipan í samtakinum
- Øðrumfyrifallandi KT uppgávum
Arbeiðsstaðurin er á Glyvrum, men tú verður javnan á smoltstøðum, og tí er tað neyðugt at hava koyrikort. Harumframt skalt tú kunna fara til Skotlands í arbeiðsørindum av og á.
Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at rætti umsøkjarin hevur:
- Viðkomandiroyndir innan KT. Viðkomandi útbúgving er ein fyrimunur, men royndir og sertifiseringar kunnu viga upp ímóti eini formellari útbúgving.
- Royndirvið generellum KT, herundir ymiskum windows skipanum, netverk uppsetan og konfigurering av skipanum er eitt krav.
- Royndirvið rakstrartøkini, so sum PLC og SCADA er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
- Taðer umráðandi, at tú ert sjálvstøðug/ur og tænastusinnað/ur. Vit samskifta á føroyskum og enskum, og tí er tað týdningarmikið, at tú meistrar bæði málini.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin niðanfyri.
Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kristian Eli Zachariasen, KT leiðara á tlf. 23 50 70 ella senda teldupost til kez@bakkafrost.com
Starvið verður sett sum skjótast. Umsóknarfreistin er tann 29. september 2024. Samrøður verða hildnar so hvørt, sum skikkaðar umsóknir koma.
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Um KT deildina
KT deildin á Bakkafrost arbeiðir við sera fjølbroyttum uppgávum. KT er partur av framleiðsluskipanum, fíggjarstýringsskipanum, sporførisskipanum, samskiftisskipanum, scadaskipanum, alarmskipanum, aliskipanum og øðrum skipanum. Uppgávan hjá KT deildini er at menna og viðlíkahalda hesar skipanir. Virksemið hjá KT deildini er í USA, Skotlandi, Danmark og Fraklandi. Á deildini starvast 17 fólk – 11 hava starvsstað í Føroyum og 6 í Skotlandi.
Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.648 starvsfólk (ársverk).