Útgivið
17. september 2021
Útgongur
4. oktober 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Kundi tú hugsað tær at verið partur av liðnum, sum ger tunlarnar Norður um fjall?

BYGGILEIÐARI

Arbeiðsøki
Starvið sum byggileiðari fevnir í høvuðsheitum um:

  • Samskipan og leiðslu av arbeiðinum
  • Samskifti við veitarar og ráðgevar
  • Góðskutrygging av arbeiðinum

Tín vangamynd
Tað er umráðandi, at tú hevur góð samstarvsevni, dugir væl at samskifta og at arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt og ábyrgdarfult.

Ynskiligt er, at tú hevur viðkomandi útbúgving innan verkfrøði, byggifrøði ella líknandi. Tað er eitt ynski, men ikki eitt krav, at tú hevur royndir innan nevndu arbeiðsøki.

Góður kunnleiki til kt-skipanir so sum MS-Office, AutoCad, MS Project og Revit er ein fyrimunur. Vit vænta harumframt, at tú dugir at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum.

LANDMÁTARI

Arbeiðsøki
Starvið fevnir í høvuðsheitum um:

  • Uppmáting og avseting
  • Nøgdarútrokning
  • Dokumentatión av gjørdum arbeiði og máting
  • Ráðgeva og stuðla verkætlanum
  • Aðrar uppgávur eftir tørvi

Tín vangamynd
Tað er umráðandi, at tú hevur góð samstarvsevni, dugir væl at samskifta og at arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt og ábyrgdarfult.

Tú skalt hava viðkomandi útbúgving innan landmáting, verkfrøði ella líknandi. Tað er eitt ynski, men ikki eitt krav, at tú hevur royndir innan nevndu arbeiðsøki.

Tú hevur kunnleika til kt-skipanir so sum MS-Office, AutoCad og Civil3D.

ARBEIÐSLEIÐARI TIL TUNNILSARBEIÐIÐ

Arbeiðsøki
Sum formaður kemur tú millum annað at:

  • Hava ábyrgd av at fylgja arbeiðsætlanini á mál
  • Tryggja at trygdin og arbeiðsumhvørvið er í hásæti hjá starvsfólkunum
  • Vera við til at menna starvsfólkini til uppgávurnar, ið liggja fyri framman

Tín vangamynd
Vit sóknast eftir einum royndum arbeiðsleiðara, sum gongur høgt upp í dygd og trygd, og sum á ein natúrligan hátt skapar trivna millum síni tímaløntu starvsfólk. Tú dugir væl við fólki, dámar væl at ganga á odda og hevur royndir við jørð- og kloakkarbeiði. Tú ert álitisvekjandi og atkomulig/ur. Tú hevur góð samstarvsevni.

ENTREPRENØRMEKANIKARI

Arbeiðsøki

  • Feilfinning, umvæling og viðlíkahald av el-skipanum á maskinum og akførum
  • Umvæling og viðlíkahald av maskinum og tólum
  • Aðrar møguligar viðkomandi uppgávur

Tín vangamynd
Vit vænta, at tú er røkin og álítandi. Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Tú er arbeiðsom/-samur og hevur góð samstarvsevni. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir sum entreprenørmekanikari, maskinmeistari ella líknandi.

MASKINFØRARAR

Arbeiðsøki

  • Føra maskinur og arbeiða í tunnilsarbeiðinum Norður um Fjall

Tín vangamynd
Vit vænta, at tú er røkin og álítandi. Tú er arbeiðsom/-samur og hevur góð samstarvsevnir. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir sum maskinførari.

Felags fyri øll omanfyri nevndu størv:

Vit bjóða
Fyri røttu fólkini er talan um størv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar

møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Tú fert at arbeiða í einum toymi við verkætlanarleiðarum, teknikarum og formonnum, sum hava góðan fakligan kunnleika og drúgvar royndir í verklagsvinnuni. Harumframt bjóða vit:

  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti
  • Nútímans útgerð
  • Eitt arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað
  • Eitt fjølbrott arbeiðspláss

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.

Meira at vita um størvini
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Torleif Waagstein, framleiðsluleiðara, á tlf. 216122 ella til Hera Kjærbo, HR-leiðara, á tlf. 286171.

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 4. oktober 2021.

Tú søkir starvið sum byggileiðari her.

Tú søkir starvið sum landmátari her.

Tú søkir starvið sum arbeiðsleiðari her.

Tú søkir starvið sum entreprenørmekanikari her.

Tú søkir starvið sum maskinførari her.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 230 fólk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið