Lýsing
BBR Service søkjir beint nú eftur kvinnu ella manni at koma í læru hjá okkum sum bilsmiður.
Vit kunna bjóða tær eitt spennandi starv har tú sleppur at royna teg við bæði nyggjastu tøkni & handverki innan øll bilasløg sum bilsmiður hjá BBR Service.
Vit søkja eftir einum persóni, við áhuga í at arbeiða og mennast innan nýggjastu tøknina.
Tínar arbeiðsuppgávur eru millum annað vanligt viðlíkahald og eftirlit, mekaniskar umvælingar, feilfinnan/diagnostisering, umframt aðrar tøkniligar avbjóðingar.
Um tú hevur hug til mekanist arbeiði við nógvun spennandi avbjóðingum? So er at senda eina umsøkn ella kom inn á gólvi hjá okkum og fáa eitt prát.
Vilt tú vita meira, so set teg í samband við Boga Rasmussen á tlf 719111 ella bogi@bbr.fo