Suðuroyar Sparikassi
Útgivið
12. november 2025
Útgongur
28. november 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Fulltíðarstarv

Lýsing

Starvsfólk til fyrisitingina í Suðuroyar Sparikassa í Vági
Hevur tú áhuga fyri fjølbroyttum fyrisitingarligum uppgávum, ert tú tænastusinnað/ur og klár/ur at taka ábyrgd? So er tað kanska júst tær, vit leita eftir. Suðuroyar Sparikassi søkir eftir starvsfólki til fyrisitingina á høvuðssætinum í Vági at starvast fulla tíð.

Lýsing av starvsøki
Hóast vit eru fjórðstørsti peningastovnur í Føroyum, eru vit ein lítil banki, har arbeiðið er fjølbroytt og samstarvið tætt. Vit leita eftir einum starvsfelaga, sum dugir at hava fleiri bóltar í luftini í senn og kann arbeiða við uppgávum innan ymisk øki.

Arbeiðsøkir á fyrisitingini eru t.d.

  • Roknskapur og bókhald
  • Lønaravgreiðsla
  • AML-arbeiði – bæði ábyrgd og viðgerð
  • Marknaðarføring og samskifti
  • Gjaldførisstýring og íløgur (FONDS)
  • Dátuvernd (DPO)
  • Kredittkontroll og Compliance
  • Váðastýring og frágreiðingar

 

Hevur tú royndir við einum ella fleiri av nevndu arbeiðsøkjum, er tað tær, vit leita eftir.

Tú verður ein týðandi leikari á okkara liði, í okkara dagliga rakstri og kemur at hava ein virknan leiklut.

Tú hevur ein fyrimun, um tú

  • hevur eina viðkomandi bachelorútbúgving innan t.d. búskap, fígging, lóg ella líknandi). Um tú ikki
  • longu hevur viðkomandi útbúgving, er tað ein treyt, at tú fer undir útbúgving, tá tú fært starvið.
  • ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi, ágrýtin, fleksibul og dámar væl at taka ábyrgd
  • dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og skipað – og trívist við at hava fleiri ymiskar uppgávur í gongd
  • samstundis. hevur áhuga fyri lógarásetingum, fíggjarviðurskiftum og góðum fyrisitingarsiði.

 

Vit bjóða tær

  • eitt spennandi og fjølbroytt starv við stórari ávirkan á egnan arbeiðsdag.
  • møguleika fyri fakligari menning og viðkomandi útbúgving.
  • góðan felagsskap og tætt samstarv í einum lítlum, men fjølbroyttum toymi.
  • eitt starv, har tú bæði sleppur at arbeiða við praktiskum og strategiskum uppgávum.

 

Hevur tú hug at taka ábyrgd og mennast í einum starvi, har tú veruliga gert mun? So gleða vit okkum at hoyra frá tær.

Umsókn
Umsóknin við lívsrensli (CV) og møguligum viðmælum, skal sendast til Tummas Erling Djurhuus, fyrisitingarstjóra.Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum, ert tú
vælkomin at seta teg í samband við Tummas Erling Djurhuus á tlf.: 239876 ella á t-post: tummas@ss.fo.

Umsóknarfreistin er 28. november 2025. Starvsbyrjan verður eftir avtalu.

Líknandi størv

12. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið