Sansir
Útgivið
10. januar 2024
Útgongur
22. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Trívist tú væl í einum kreativum umhvørvi, har ferðin ofta er høg við nógvum tíðarfreistum? Ert tú álítandi, fyrikomandi og tekur ábyrgd? So vóna vit at hoyra frá tær!

UM STARVIÐ
Talan er um farloyvisstarv í umleið eitt ár fyri sniðgeva í barsilsfarloyvi.

Sum sniðgevi á Kvinnu setur tú Kvinnu upp - bæði innihald og lýsingar. Og eisini ymiskt annað, sum Kvinna framleiðir, til dømis bókasinið Søtt & Salt, tilfar til sosilar miðlar og Kvinnurenning. Tú ert eisini ein týðandi partur av Kvinnu-toyminum og luttekur í øllum frá redaktiónsfundum til fyriskipan av tiltøkum

TÚ…

  • hevur estetiskan sans og brennir fyri tí vakra sniðinum
  • tekur ábyrgd í tínum arbeiði
  • trívist væl við deadlines og fjølbroyttum uppgávum
  • ynskir at menna og styrkja tínar førleikar innan sniðgeving
  • finnur loysnir og kemur við hugskotum
  • arbeiðir væl og effektivt í einum umhvørvi, har ferðin ofta er høg
  • ert nýhugsandi og dámar væl at arbeiða kreativt
  • trívist væl við at arbeiða sjálvstøðugt
  • arbeiðir skipað, heldur tíðarfreistir og handlar skjótt
  • hevur fingurin á pulsinum innan títt øki
  • hevur útbúgving og/ella royndir innan grafiska økið

VIT BJÓÐA TÆR
Eitt spennandi, mennandi og avbjóðandi starv í einum kreativum og óhátíðarligum umhvørvi, har tað ofta gongur skjótt, og nógvir bóltar eru í luftini samstundis. Tú fært stóra ávirkan á Kvinnu, og vit vænta og vóna, at tú vilt koma við tínum íkasti til, at Kvinna framhaldandi kann vera viðkomandi, áhugaverd og spennandi hjá okkara lýsarum og lesarum.

UMSÓKNARFREIST
Um tú heldur starvið ljóðar áhugavert, so send okkum eina umsókn í seinasta lagi 22. januar 2024. Umsóknin og viðkomandi skjøl skulu sendast til: tora@kvinna.fo

LØN OG SETANARTREYTIR
Talan er um eitt starv á 30 tímar um vikuna. Starvið verður sett apríl 2024 og lønt sambært avtalu. Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til Tóru Effersøe Mortensen, blaðstjóra, á 29 93 60.

UM KVINNU
Kvinna er einasta føroyska kvinnublaðið í Føroyum. Kvinna kemur út sjey ferðir um árið og í november í 2024 fyllur Kvinna 20 ár. Tað eru Sansir, sum geva Kvinnu út.

UM SANSIR
Sansir veita marknaðarføring og samskifti á øllum miðlum og arbeiða við virkissamleika, branding og marketing.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið