Lýsing
Kundi tú hugsa tær at fingið nakrar eyka tíma um kvøldarnar ella í vikuskiftinum?
So hava vit møguliga tørv á tær. Okkara Volvo FH16 trekkjari hevur til tíðir nógv at gera, so okkum tørvar ein bilførara, sum kann avloysa um kvøldarnar og í vikuskiftinum tá í tørvur er á tí.
Starvið er fjølbroytt og spennandi har tað er ein góð samanseting millum koyring og arbeiði við krana.
Kravið er at tú hevur koyrikort til bólk C/E og at tú hevur loyvi at føra krana yvir 25 tons.
Bilurin er knýttur at uppisjóvardeild okkara í Fuglafirði.
Um tú ert áhugað/ur í starvinum ella hevur spurningar, so kanst tú seta teg í samband við Hjalmar Petersen á tel. 21 43 92. Starvið verður sett skjótast gjørligt og skrivlig umsókn skal sendast til hjalmar@vonin.com
Vónin varð stovnað í 1969 og er í dag ein av heimsins fremstu trol- og nótaframleiðarum við deildum í Føroyum, Grønlandi, Kanada, Danmark, Norra, Íslandi, Litava og Skotlandi. Í samtakinum starvast umleið 450 fólk.
Deild okkara í Fuglafirði stendur fyri framleiðslu og viðlíkahaldi av fiskireiðskapi til uppisjóvarflotan og hevur kundar bæði í Føroyum og uttanlands. Á deildini í Fuglafirði starvast umleið 30 fólk.