Lýsing
Hevur tú brennandi áhuga fyri lívslangari læring, mentan, felagsskapi og integrasjón?
Vága kommuna leitar eftir einum eldhugaðum leiðara, sum vil vera við til at skapa eitt framskygt kvøldskúlatilboð, har trivnaður, fjølbroytni og menning ganga hond í hond. Droymir tú um at seta tíni kreativu og organisatorisku evni í leiklutin sum mentanar- og læringskveikjari? So er hetta starvið hjá tær.
Um starvið
Sum kvøldskúlaleiðari fært tú møguleika at mynda og menna eitt fjølbroytt og virkið tilboð til borgarar í øllum aldri í Vága kommunu. Talan er um eitt parttíðarstarv, har tú hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og umsitingini av Vága Kvøldskúla. Sum kvøldskúlaleiðari verður tú høvuðspersónur í einum mentanarligum leiki, har tú skipar og mennir eitt fjølbroytt læringsumhvørvi fyri bæði ung, vaksin og tilflytarar. Kvøldskúlin er ikki bara eitt skeiðstilboð – hann er eitt savningarstað fyri hugflog, førleika og felagsskap.
Starvið fevnir um at samskipa og skipa undirvísing, arbeiða við visjónum fyri lívslangari læring og samstarva við lærarar, kommununa og aðrar viðkomandi partar. Kvøldskúlin hevur seinastu árini ment seg úr 13 skeiðum til yvir 40 – men hetta er bert byrjanin. Tú fært ábyrgdina at leggja kvøldskúlaárið til rættis í tveimum umførum, skipa fyri framsýningum og menna samstarv.
Tú fert at hava møguleikan at menna eitt nútímans kvøldskúlatilboð – við framsýningum, talgildum skipanum, øktum virksemi og betri atkomu fyri øll – har eisini tilflytarar og undirumboðaðir bólkar fáa ein týðandi leiklut.
Høvuðsuppgávur
- Menna og skipa eitt fjølbroytt og viðkomandi frálærutilboð innan ymsar lærugreinar og aldursbólkar
- Leiða og samskipa arbeiðið hjá lærarum og tryggja eitt gott og virðiligt samstarv
- Samskifta við kommunalu umsitingina og aðrar myndugleikar
- Tryggja, at tilboð kvøldskúlans eru væl marknaðarførd og atkomulig fyri borgararnar
- Standa fyri dagligari umsiting, skráseting, fíggjarætlan og øðrum fyrisitingarligum viðurskiftum
Vit vænta, at tú:
- Hevur læraraútbúgving ell samsvarandi útbúgving
- Hevur evni at hugsa nýhugsandi og kreativt í sambandi við útbúgving og menning
- Dugir væl at samskifta og samstarva við ymisk fólk og fakbólkar
- Hevur áræði og sjálvstøðugt arbeiðslag, men eisini góð evni at arbeiða í toymi
- Hevur áhuga og eldhuga fyri lívlangari læring og menning í nærumhvørvinum
Vit bjóða:
- Eit sjálvstøðugt og týdningarmikið starv við møguleika at seta dám á menningina av kvøldskúlanum
- Fleksibla arbeiðstíð og góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
- Ein týðandi leiklut í arbeiðinum at styrkja lívslanga læring og mentanarligt tilboð í Vága kommunu
Setanarviðurskifti
Starvsbyrja er 1. august ella skjótast gjørligt. Talan er um starvsbrøk 0,4 og verður lønt sambært 5. lønarflokki fyri kvøldskúlaleiðarar í sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.
Umsóknarfreist
Umsókn við prógvi, lívssøgu (CV) og møguligum viðmælum skal sendast í seinasta lagi mikudagin 18. juni 2025, við at trýsta á her.
Meira at vita?
Spurningar um starvið kunnu setast til Dortheu Højgaard Dam, trivnaðarleiðara, á tlf. 79 44 45 ella við telduposti til dorthead@vaga.fo.