Lýsing
Søkt verður eftir tveimum kvøldvaktum til Blákrossheimið til setan frá 1. november 2023 ella eftir nærri avtalu. Talan er um tvey føst størv á 0,5 tíð. Arbeiðið umfatar 5 kvøldvaktir frá miku- til sunnukvøld aðru hvørja viku.
Blákrossheimið veitir ambulanta og samdøgursviðgerð til vaksin við rúsnýtsluórógvi og teirra avvarðandi. Eisini er ambulant viðgerð til ung niður í 15 ár. 15 starvsfólk eru knýtt at Blákrossheiminum. Starvfólkahópurin er samansettur av leiðara, sálarfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingi, lækna, heilsurøktara, rúsevnisviðgerum, presti, kokki, kvøldvaktum, náttarvaktum og skrivara.
Umframt hetta fáa vit javnan ráðgeving frá psykiatara við atliti til dupultdiagnosur. Høvuðsviðgerðarleisturin er DAT (dialektisk atferðarterapi).
Uppgávur/arbeiðsøkir:
- Heilsufakligar uppgávur.
- Verða um búfólkini.
- Taka telefon.
- Vasking og annað fyrifallandi praktiskt arbeið.
Førleikakrøv:
- Útbúgvin heilsurøktari. Aðrir fakbólkar kunnu eisini søkja starvið.
- Viðkomandi arbeiðsroyndir eru ein fyrimunur.
- DAT útbúgving er ein fyrimunur.
Dentur verður lagdur á:
- Tú ert álitsvekjandi og álítandi.
- Hevur lætt við at koma í samband við menniskju.
- Tú ert fyrikomandi og hevur samstarvsvilja.
- Hevur áhuga fyri at arbeiða við málbólkinum.
- Hegni til at arbeiða sjálvstøðugt og samstarva tvørfakligt.
- Fakligt arbeiðssemi og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar.
Løn/setanartreytir:
Talan er um fast starv á 0,5 tíð frá 1. november, 2023 ella eftir nærri avtalu. Lønin og aðrar setanartreytir verða ásettar sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið. Kvøldvakt uttan heilsufakliga útbúgving verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Umsókn saman við prógvum, CV, viðmælum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. oktober 2023 kl.14.00.
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Leiv á Lakjuni, virkandi leiðara á Blákrossheiminum. T-post: leivur@blakross.fo, ella tlf. +298 780 770
Umsóknin skal sendast til:
blakrossheimid@blakross.fo
Att.: Leivur á Lakjuni, virkandi leiðari
Heilsutrygd hevur góðkent Blákrossheimið sum viðgerðarstovn, ið veitir rúsviðgerð.
Henda góðkenning hevur heimild í løgtingslóg nr. 53 frá 7. mai 2019, “Um virksemi á stovnum, ið veita rúsviðgerð”
og kunngerð nr. 75 frá 29. mai 2020.