Lýsing
Søkt verður eftir 2 laborantum til spennandi og avbjóðandi uppgávur á kemisku kanningarstovuni.
Ert tú hugtikin av kemi og trívist í einum dynamiskum umhvørvi í eini nýmótans kanningarstovu? Ert tú nærlagdur, dugnaligur og dugir at arbeiða miðvíst við uppgávum, bæði sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi? Ert tú klárur at vera við til at seta nýggjar kanningarhættir í gongd? So er tað kanska tær, vit leita eftir.
Kanningarstovan ger kemiskar kanningar av matvørum, vatni og umhvørvi. Umframt at vera væl útgjørd við nýggjari og nútímans útgerð til kanningarnar, er dygdin á kanningarstovuni á altjóða støði og verður góðskustýrd eftir DS/EN ISO/IEC 17025.
Arbeiðsuppgávur
- útinna ymiskar kemiskar kanningar
- sýnistøka, eitt nú av umhvørvissýnum
- fyrireiking av sýnum
- at innkoyra og góðskutryggja nýggjar kanningarhættir.
Vit nýta/menna framkomnar kanningarhættir, so sum HPLC, ICP-MS, GC-MS og flammuatomabsorptión.
Krøv
- lokið prógv sum laborantur ella laboriuteknikari
- góðan kunnleika til føroyskt og norðurlendskt í skrift og talu
- kunna tola broytingar í arbeiðsuppgávum
- góðan teldukunnleika.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við:
- kemiskum kanningum
- góðskustýring eftir DS/EN ISO/IEC 17025
- vanligum telduskipanum, LIMS og skjalahald 360.
Vit kunnu bjóða
Eitt áhugavert og fjølbroytt starv, har tú verður ein týðandi partur í at veita okkara viðskiftafólkum álítandi og skjót úrslit.
Tíð og setanarviðurskifti
Talan er um eitt fast fulltíðarstarv og eitt avloysarastarv. Størvini eru við setan skjótast gjørligt og er avloysarastarvið til 1.okt. 2026. Lønin verður sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsókn við avritum av prógvi, starvsroyndum og viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin hin 16. februar 2025. Umsókn kann sendast til hfs@hfs.fo.
Tú fært nærri at vita um starvið við at venda tær til Kim Steve Bergkvist, deildarleiðara, tlf. 556447 ella teldupost ksb@hfs.fo.
Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Endamál stovnsins er at umsita matvøru-, djórasjúku- og alilógina við tilhoyrandi kanningarstovum.
Kemiska kanningarstovan er altjóða góðkend eftir DS/EN ISO/IEC 17025 og er undir eftirliti av DANAK, www.danak.dk. Á kemisku kanningarstovuni arbeiða 6 fólk.